Herfyri kom Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins, fram við hagtølum um fólk í fátækaváða, sum hann so gleðiliga tók heiðurin fyri. Men orsøkin til stóru minkingina er politikkurin hjá undanfarnu samgongu.
Í eini roynd at taka heiður fyri minkingina, sigur Christian Andreasen soleiðis:
”Sambært tølunum hjá Hagstovuni, sum vórðu almannakunngjørd fyrr í dag, er prosentparturin av teimum, sum eru í fátækaváða farin úr 10% niður í 7,6%.
Frá 2018, tá seinasta samgonga sat við róðri, til 2019, tá verandi samgonga tók við, er procentparturin farin úr 9,9% niður í 7,7%.”
Ein kann spyrja, sum Christian Andreasen so gleðiliga velur at plukka burturúr, hví minkingin byrjar inni í samgonguskeiðinum hjá undanfarnu samgongu og heldur fram?
Jeg skal minna á, at valið var 1. september 2019. Tað merkir, at Javnaðarflokkurin sat við valdið meginpartin av 2019.
Tað er ógjørligt, at samgongan hjá Christian Andreasen hevur ført góðan sosialpolitikk, tá minkingin byrjar við politikkinum hjá undanfarnu samgongu.
Trupulleikin og framferðin hjá Christiani er ein trupulleiki so gamal, at hann er á latínskum. Cum hoc ergo propter hoc, sum merkir, at samsvar inniber ikki orsøk. Hann vísir sjálvur á, at orsøkin til minkingina er politikkurin hjá undanfarnu samgongu.
Fólkaflokkurin og fólkaflokspolitikkur hevur onki at gera við at skapa eitt javnari samfelag. Tvørturímóti, tað er fyrst og fremst at renna ørindi fyri stórkapitalin. At skriva eitt lesarabræv um at politikkurin hjá undanfarnu samgongu skapar eitt betri samfelag – og taka heiðurin fyri tað – er einki annað enn valagn.
Samstundis, so veksur ójavnin alsamt meiri. Fyri fáum døgum síða vísti búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson á, at tað er undir núverandi samgongu, at stórkapitalurin hevur fingið størsta part av lagkøkuni. Ja, hin sokallaði góði sosialpolitikkurin hjá Fólkaflokkinum hevur økt um ójavnan.
Hví kennast tey borgarligu ikki við borgarligan politikk? Hví vilja tey ikki lýsa egna boðskap sum nakað skilagott?
Fyri kortum sóu okur eisini, at ein einsamallur sambandsmaður hálovaði ágóðan við at stytta um arbeiðsvikuna, tó at Sambandsflokkurin hevur kolldømt ætlanina. Hetta er eisini eitt annað høvuðsmál hjá Javnaðarflokkinum. Tó er tað gleðiligt, at onkur er vaknaður.
Tá ið valið nærkast, fara úlvarnir í seyðaskinnið aftur. Ja, tá valið nærkast eru allir flokkar javnaðarflokkar. Men tá valúrslitið er lisið, skræða úlvarnir seyðafylgið sundur (les vælferð). Tí er tað sera týdningarmikið at skera ígjøgnum møsnið av orðasnildi og villleiddum niðurstøðum, sum hava til endamáls at lumpa fólkið.
Jens Arni Leo Hammerfoss
Politikkur
Áðrenn valið eru allir flokkar javnaðarflokkar
Tað er mær ein gáta, at borgarligi vongurin, sum skundar sín borgarliga politikk ígjøgnum tingið, ikki vil kennast við sín egna politikk.
2022-06-13 09:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald