Men tað tykist, sum ávísir danskir flokkar leita aftur á slóðina, og vilja styrkja støðuna hjá Danmark, sum hjálandaveldi.
Konservativi flokkurin í Danmark ætlar nú at hava eitt aðalráð fyri Føroyar og Grønland, ella sokallaða ríkisfelagsskapin. Og danskir miðlar endurgeva hetta brotið:
”- Ministeriet vil få til opgave at styrke samarbejdet inden for alle områder, men i særdeleshed inden for uddannelse, sprog, erhverv, sundhed og mobilitet mellem landene,…”
M.a. nevna tey erhverv, also vinnu. Hugsi tykkum um danir nú skulu samráðast um fiskirættindi, ístaðin fyri føroyingar? Tit minnast boykottið, tá Danmark valdi ES framum Føroyar. Var tað at røkja føroysk áhugamál?
Søgan vísur okkum, at bara Føroyar røkja føroysk áhugamál.
Hinvegin, - júst hetta uppskotið, - um eitt aðalráð fyri hjálond - , er ein frálík grundgeving fyri, at vit mugu loysa beinaveg.
Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald