
Bjartskygnið er lækkað
Húsarhaldini hava fingið lønarhækkan, skattalætta og rentulækkingar, og inflatiónin veksur ikki longur við somu ferð. Eisini setti starvsfólkatalið og lønargjaldingarnar met í 2024, og arbeiðsloysið var einans 1% í januar 2025. Tó vóru tað eitt sindur fleiri húsarhald í januar 2025, enn í brúkarakanningini frá í summar, sum siga seg júst fáa endarnar at røkka saman. Dýrkaða livistøðið og varhugin um ein ótryggari heim er við til at tálma bjartskygnið hjá fólki. Eitt tekin um, at húsarhaldini eru vorðin meira varin, er at bilasølan er lækkað.
Í vinnuni gongur báðar vegir
Meðan byggivinnan boðar frá færri bíleggingum og minkandi arbeiðstørvi komandi árið, eru bæði handilsvinnan og tænastuvinnan meira bjartskygdar og boða frá øktum eftirspurningi. Minkandi kvotur eyðkenna fiskivinnuna, meðan alivinnan veksur nógv um framleiðsluna í ár og komandi ár. Talið av starvsfólkum í privatu vinnuni lækkar, sum er ein broyting samanborið við undanfarin ár, og líkt er til, at stóra tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi er hæsað av.
Almenna nýtslan veksur
Í 2024 var almenna nýtslan størri enn í 2023, millum annað tí almenni starvsfólkahópurin vaks, og tað varð latið lønarhækkingar og lønarlyft til ymiskar fakbólkar. Almennu útreiðslurnar fara framvegis at veksa til fólkapensjónir vegna eitt vaksandi tal av pensjónistum, og lønargjaldingarnar veksa somuleiðis hjá kommununum komandi árini. Umleið 20% av teimum, sum í dag eru 80+ ára gomul, eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimum. Verður hetta lutfallið eisini galdandi frameftir, verður tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat komandi 20 árini. Eitt demografiskt trekk upp á tað almenna, sum eisini komandi árini leggur eitt støðugt trýst á enn hægri almennar vælferðarútreiðslur.
Hall á fíggjarlógini viðførir størri lántøku
Úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 mió. kr. í 2025 og enn eitt hall á 265 mio. kr. í 2026. Hetta svarar til áleið 1% av BTÚ ár undan ár, sum als ikki eigur at koma fyri í einum samfelag uttan nakað nevnivert arbeiðsloysið. Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur. Orsakað av veksandi talinum av eldri fólki, fara útreiðslurnar at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna.
Eitt fíggjarpolitiskt regluverk eigur at vera sett í verk, soleiðis at politiska skipanin áhaldandi stýrir eftir greiðum fíggjarpolitiskum málum fyri komandi 5 og 10 árini.
Rationaliseringsætlanir mugu gerast fyri øll vælferðarøkini
Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir, bæði í almannaverkinum og á fólkaskúla- og eldraøkinum. Smáir stovnar krevja eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir eru størri. Bæði eldra- og dagstovnaøkið eru stór, krevjandi økir, sum liggja hjá kommununum. Kommunurnar eru sera ymiskar í stødd, aldursamanseting av íbúgvum og inntøkugrundarlagi. Neyðugt er hjá politiska myndugleikanum at endurskoða kommunubygnaðin ella skipanina millum land og kommunur, tí allar kommunur koma ikki at megna trýstið á vælferðartænasturnar.
Ítøkiliga átti landsstýrið eisini at sett eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan øll trý stóru vælferðarøkini: almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar bara at veksa uttan íhald næstu mongu árini. Tí er tørvur á umfatandi nýskipanum á øllum vælferðarøkjum.
Føroyingar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu
Fyri at tryggja eina burðadygga samfelagsmenning má javnvág vera millum nútíð og framtíð, har íløgur gagna komandi ættarliðum uttan at skapa eina ovurstóra fíggjarliga byrðu. Tí er neyðugt at raðfesta rætt millum samfelagsligar tænastur sum búspláss á ellisheimum, undirstøðurkervið, útbúgvingarskipan, KT-verkætlanir og annað. Føroyar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu og tí eiga kost-nyttu greiningar at verða gjørdar av stórum verkæltanum, soleiðis at verkætlanir, sum geva størst samfelagnyttu verða raðfestar fyrst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald