Vinna

AB hevur havt aðalfund

AB hevði aðalfund mikukvøldið.- Mynd: aftast frá vinstru: Jens Petur Andreasen, Patur Sivertsen Vase, Durits Sloan Dal-Christiansen, Remi Olsen. Fremst frá vinstru: Hildigerð Johannesen, Sunneva Maria Jensen, Marius Thomassen)

2022-02-18 10:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Góð undirtøka var fyri fundinum, og er hetta helst eitt tekin um, at tað er stórur áhugi fyri felagnum í løtuni. Vit eru sera fegin um, at AB hevur so nógv góð fólk, ið vísa áhuga fyri felagnum, og vilja verða við til at bera felagið fram.

Formaðurin og næstforkvinnan stóðu fyri endurvalið, og blivu tey bæði vald aftur í nevndina.
Remi Olsen og Sunneva M. Jensen, ið vóru tiltakslimir frammanundan, stóðu eisini fyri endurvali, og blivu tey vald inn sum nevndarlimir. Harafturat blivu Hildigerð Johannesen og Patur Vase Sivertsen vald í nevndina sum tiltakslimir.

Dánjal Jákup Hansen, ið hevur verið kassameistari tey seinastu tvey árini, valdi ikki at stilla upp aftur til endurval. Vit vilja takka Dánjal Jákup fyri ein megnar innsats sum kassameistari.

Nevndin skipaði seg soleiðis eftir fundin:
Marius Thomassen: Formaður
Durita Sloan Dal-Cristiansen: Næstforkvinna
Hildigerð Johannesen: Kassameistari
Sunneva Maria Jensen: Skrivari
Remi Olsen: Nevndarlimur
Jens Petur Andreasen: Nevndarlimur
Patur Vase Sivertsen: Tiltakslimur

Vit gleða okkum til at koma ígongd við eitt spennandi kappingarár, sigur AB í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder