2024-06-29 10:00
HSF skrivar:
A-landsliðið hjá monnum er komið til Tokyo í øllum góðum. Hóast menn hava mist 7, summir 8 tímar, so er semja at menn ikki eru so ringir at jet-lag.
Liðið fer nú í kvøld og í morgin at fyrireika seg til dystirnar móti Japan, sum verða leiktir mánadagin 1. juli kl. 11.00, føroyska tíð, og mikudagin 3. juli kl. 10.30, føroyska tíð. Leinkið til stroym verður lagt út seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald