Politikkur

7000 krónur til teirra, har tørvurin er størstur

.Hækkandi prísir hava tað við sær, at fleiri merkja tað væl á pengapunginum.

2022-10-02 17:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Serliga tey, har oljan framvegis er orkukeldan, ið tey hita seg við, tí oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu mánaðirnar. Teimum fara vit at hjálpa.

Oljuískoyti, har fólk við eini felags inntøku upp til 410.000 um árið kunnu fáa eitt fíggjarligt ískoyti, er nú lagt fyri løgtingið. Ískoyti er ein eingangsupphædd uppá 7000 krónur. Umframt lønarinntøkur, er treytin fyri at fáa ískoyti eisini, at viðkomandi stendur fyri eini oljurokning.
Við ískoytinum hjálpa vit teimum, sum hava tørv á hjálp. Tað er sjálvandi okkara skylda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder