Korona

663 tilburðir í gjár

19 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona

2022-02-09 17:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár vóru 663 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 38 kanningar eru enn ikki liðugt greinaðar.

1.294 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.831 smittað við korona, 19 eru innløgd við korona, harav fimm eru innløgd vegna korona, og 22 eru deyð við korona í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder