Vinna

6 skip skulu landa til Havsbrún

Á Havsbrún er nokk at gera, í løtuni landar Fagraberg, grønlendsku skipini Svend C. og Tasiilaq hava landað smærri nøgdir.

2023-07-18 09:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. Ango og Birita bíða eftir landingartørnni, tey liggja í Ánunum.

Gøtuskipini: Gøtunes 1.300 tons, Finnur Fríði 1.000 tons og Tróndur í Gøtu 700 tons sigla inn og skulu øll eisini landa til Havsbrún.

Tað at so at siga øll skipini landa til Havsbrún, kemst av at makreluriin tey fáa er ov bleytur til matframleiðslu.

Øll tey føroysku skipini fiska í føroyskum sjógvi á umleið 64N og 6V.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder