Vinna

50 ár síðani, at fyrsta kvinnan fekk fast sæti á Føroya Løgtingi

Í dag eru júst 50 ár síðani, at fyrsta kvinnan fekk fast sæti á Føroya Løgtingi. Kvinnan var javnaðarkvinnan Jona Henriksen.

2025-03-20 22:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðani eru 31 kvinnur beinleiðis valdar á Ting – líka nógvar, sum tað eru dagar í mánaðinum!

Til samanberingar eru 365 menn beinleiðis valdir í Løgtingið – líka nógvir, sum dagar eru í árinum!

Í dag eru vit 10 tingkvinnur í Løgtinginum og 23 tingmenn, so enn er langt á mál áðrenn javnstøða er rokkin. 

Í landsstýrinum er javnstøða - fýra kvinnur og fimm menn.

Dugnaligi starvsnæmingurin í Løgtinginum seinastu vikurnar, Fríða B. Gjógvará, og Rebekka Manuela Behrens hjálpti við myndatøkuni í dag.

Hervør Pálsdóttir og Sirið Stenberg mangla á myndini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder