Vinna

Fýra føroysk skip fiska sild í altjóða sjógvi og tvey skip fiska tosk í Barentshavinum

.

Í altjóða sjógvi royna fýra føroysk skip eftir sild norðuri á 69N, eisini royna 4 russisk skip um somu leið.

Í altjóða sjógvi royna fýra føroysk skip eftir sild norðuri á 69N, eisini royna 4 russisk skip um somu leið.

2024-12-24 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú jólahalgan stundar til, eru bara seks føroysk skip til fiskiskap, hini føroysku skipini liggja øll um jólahalguna.

Í altjóða sjógvi norður úr Føroyum, á umleið 69 N, royna fýra føroysk skip eftir sild, tey eru: Tummas T., Tróndur í Gøtu, Gøtunes og Fagraberg, har royna eisini eini fýra russisk skip, tað er fitt av vindi í kvøld á leiðini har tey royna - umleið 22 m/sek.,

Í Barentshavinum eru Akraberg og Arctic Viking, tey royna eftir toski á umleið 71N og 36E, tað er beint norður úr Murmansk, har royna eisini 10 russisk skip.

Vit ynskja øllum manningunum eini góð jól og eitt gott komandi ár, eisini ynskja vit teimum manningunum, sum halda jól heima eini góð jól og eitt gott komandi ár.

Heilsan JN.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder