Mentan

28 nýggir fólkaskúlalærarar fingið prógv

Fyrrapartin fingu 28 prógv sum fólkaskúlalærarar, og 11 miðnámsskúlalærarar fingu eisini námsfrøðiligt prógv á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

2024-06-20 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Setur.fo skrivar:

Í fínasta skrúð møttu tey í morgun á Frælsinum í Havn, har prógvhandan stóð á skránni á Námsvísindadeildini.

Inni á Lestrarskrivstovuni gingu starvsfólkini kyk, har Rannvá Dávadóttir, leiðari, tryggjaði sær, at allir smálutir vóru fingnir upp á pláss. Ragnar Finson kom beint fyri klokkan 10 dragsandi við sínum gittara og forsterkara, heilsaði pent og kunngjørdi sindur umberandi, at hann ikki plagdi at vera uppi so tíðliga. Dungin við nýprentaðaðum prógvum til fólka- og miðnámsskúlalærarnar varð gjøgnumgingin eina seinastu ferð, og so "ringdi inn".

Martin Tvede Zachariasen, rektari, beyð vælkomin, bar teimum nýútbúnu nøkur góð orð við á vegnum og takkaði fyri árini, sum tey hava lagt í sína hægri útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.

- Tað er ein føgur sjón at síggja tykkum her í auluni á Frælsinum, og eg gleði meg til at handa prógvini um eina løtu, segði rektarin og legði aftrat:

- Lærdómur og førleikar koma ikki av sær sjálvum. Tað er krevjandi at læra nakað nýtt; at skilja eina torskilda teori; at læra krevjandi praktiskar førleikar. Tit hava arbeitt hart og miðvíst við lestrinum og eru nú komin á mál. Tað sýntist ógjørligt, til tað var gjørt. Og tað er nú gjørt!

Sum siður er, so helt eitt umboð fyri tey nýútbúnu eisini røðu. Tað var Fríði Stenberg Olsen, sum nú hevur staðið útbúgving sum fólkaskúlalærari. Hann tosaði um tann sera týdningarmikla leiklutin, sum lærarar hava í lívinum hjá børnum og ungum, og sum eisini røkkur út um ítøkiliga pensum.

- Latið okkum lærarar eisini vera dreymastimbrarar, segði Fríði m.a. so vakurt.

 Og so var stundin komin til, at Ragnar Finson, spældi tvey av sínum so avbera góðu løgum.

Á pall fóru nú Frida Poulsen, varadekanur og útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, Martin Tvede Zachariasen, rektari, umframt Rannvá Dávadóttir, sum hevði bunkan av nýbakaðum universitetsprógvum í kneppinum.

Og so rópti rektarin tey nýútbúnu upp - ein fyri og annan eftir - at fáa prógv.

Smádrongurin á gólvinum fer kanska at fáa onkran av teimum á pallinum sum lærara í næstum.

Síðani vóru tað miðnámsskúlalærarar, sum hava staðið námsfrøðiliga útbúgving, ið fingu síni prógv.

Áðrenn rektarin takkaði fyri, og "Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt" varð sungin, helt Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum røðu fyri nýggju fólkaskúlalærarunum og námsfrøðisútbúnu miðnámsskúlalærarunum. Ivaleyst fara fleiri at gerast partur av limaskaranum hjá felagnum.

Áðrenn tey fóru, fingu tey eina gávu frá átakinum, Føroyar lesa. Í fína keypsnetinum lá stóra flotta teknibókin, Heimurin hjá Suffíu, sum snýr seg um heimspeki frá Sokratesi til Galilei. Vincent Zabus hevur skrivað, grundað á skaldsøgu hjá Jostein Gaarder og Nicoby hevur myndprýtt. Bára Svabo Persson hevur týtt til føroyskt.

Á fremstu síðu stendur ein heilsan frá Goethe til Hildu, sum Heðin M. Klein hevur umsett:

Tann, sum ikki hevur skil á sínum
viðurskiftum 3000 ár aftur í tíðina,
livir bara frá hondini í munnin



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder