Annað

19 ára gamal maður dømdur fyri óviljað manndráp

Ein 19 ára gamal maður er í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í dag dømdur 1 ár og 4 mánaða fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp í sambandi við rúsevniskoyring.

2024-06-12 21:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðsluvanlukkan hendi um kvøldið tann 19. august 2022 á Jóannesar Paturssonargøtu í Tórshavn. Ein 75 ára gamla maður var ávegis yvir um vegin við ein gonguteig, tá ið hann var árendur. Blóðroyndir, ið vóru tiknar av ákærda, vístu, at ákærdi hevði eitt hækkað virðið av THC í blóðinum, ið er mett sum verandi vandamikið fyri ferðslutrygdina.

Føroya Rættur viðgjørdi málið í vikuni, og kom dómsmannarætturin í dag fram til, at 19 ára gamli maðurin skuldi dømast eina fongsulsrevsing á 1 ár og 4 mánaðir, har 4 mánaðir vóru gjørdir treytaleysir. Maðurin var eisini dømdur eitt koyriforboð og skal fremja 200 tímar samfelagstænastu og verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini í royndartíðini.

Maðurin móttók dómin.

Løgreglan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder