Politikkur

148 bilar á 17 minuttum – Nú krevja vit ferðslutrygd í okkara bygdum!

Ferðslutrygd er eitt evni, vit ikki kunnu lata standa til, serliga nú flogferðslan aftur hevur tikið dik á seg. Sitandi býráð hevur samtykt fleiri ætlanir fyri at bøta um ferðslutrygdina á høvuðsvegnum, men eru tíverri fleiri av hesum blivnar steðgaðar av Landsverki – nevnast kann ma. ferðsluljósskipanin, ið kommunan hevur keypt, men ikki sleppur at seta upp.

2024-11-11 17:49 Author image
-
placeholder

Fyrispurningur varð fyri kortum settur landsstýrismanninum í samferðslumálum av Eyðdis H. Niclasen, men svarið frá Landsverki var skuffandi enn einaferð – ætlanin er ikki at gera nakað.
Í Sandavági, Miðvági og Vatnsoyrum hevur ferðslan verið á hæddini í alt ov langa tíð, og enn hevur ongin nøktandi loysn verið frammi. Nú er tíðin komin til, at vit standa saman og krevja betri tryggleika á vegunum.
4.200 bilar hvønn gerandisdag
Túrar eg havi gjørt við barnavogni í kommununi hava givið mær eitt sterkt inntrykk. Á einum túri gjøgnum Miðvág, frá rundkoyringini við FK og inn til Ven, møtti eg 148 bilum uppá bert 17 minuttir. Allir hesir bilar koyra framvið skúlanum og leiðini, ið børn ganga til og frá skúlanum – hetta er ikki trygt. Skúlin hevur 315 næmingar, og fleiri av teimum ganga heim dagliga eftir skúlatíð. Við teimum umstøðum, ið eru, krevst munandi betring av gongubreytunum.
Ein stór avbjóðing er, at gongubreytirnar í fleiri støðum í Miðvági og Sandavági eru ov smælar og ótryggar. Nakrar ikki breiðari enn 65 cm, næstan sama breidd sum ein nútímans skúlataska, ið er 40 cm breið. Hetta vísir bara, at vit hava lagt bilarnar fremst og fólkið aftast. Tað er ikki nóg mikið, at bilarnir hava góðar ferleiðir – vit mugu eisini gera tað trygt hjá teimum, sum ganga og súkkla.
Í Vatnsoyrum eru ikki eingongd gonguteigar, so har er bara hjá kommununi at fara í sving.
Fólkini fyrst – bilarnir aftaná
Tað er tíð at leggja fólkini fremst. At fáa tryggari vegir krevur bæði dirvi og samráðingarvilja, og vit skulu standa saman um at krevja broyting frá teimum, ið ráða yvir hesi viðurskiftini – serliga Landsverk. Vit eru noydd at rópa hart, tí borgarar okkara eru í ótryggum støðum á vegunum. Tað er ikki haldbart, at Landsverk ongar ætlanir hevur um at bøta um ferðslutrygdina á hesum vegum.
Vit skulu gera skilagóðar verkætlanir fyri at betra um ferðslutrygdina, og tað krevur bæði hugflog og mót til at stilla okkum upp móti teimum, sum mugu samtykkja og fíggja slíkar broytingar – aftur Landsverk. Vit skulu rópa varskó, tí okkara borgarar verða hvønn dag settir í ótryggar støður á vegunum.
Leiða bleytu ferðsluna oman fyri høvuðsvegin
Vit hava í býráðnum longu samtykt fleiri ítøkiligar verkætlanir, ið vit vóna bøta um ferðslutrygdina. Ein av hesum er at flyta gongubreytirnar upp um høvuðsvegin. Hetta fer at tryggja, at bleyta ferðslan – fólk og børn – ikki verður blandað við harða ferðslustreymin, ið í dag er alt ov stórur og hastar fram við skúlanum og gjøgnum bygdunum.
Ein ætlan er at skipa fyri betri gongubreytum og súkklibreytum, soleiðis at vit fáa ein tryggan veg til bæði skúlan og ítróttarøkið. Gongubreytirnar skulu vera breiðar nokk til, at børn, súkklarar og gangandi kenna seg trygg, tá ið tey ferðast til og frá.
Harumframt arbeiðir býráðið við einari ætlan at seta ferðina niður í gjøgnum bæði Sandavág og Miðvág, har vit vilja hava 40 km/t sum hægstu ferð. Tað er týdningarmikið, at Landsverk tekur hetta álvarsliga og setir hetta í verk sum skjótast.
Upplýsandi átøk
Ferðslutrygdin er ikki bert ein uppgáva hjá býráðnum og Landsverki – tað er eisini neyðugt, at vit í samstarvi við foreldur, lærarar og borgarar skapa eina felags ábyrgd um ferðslutrygdina. Vit kunnu ikki vænta, at børn og ung vita, hvussu tey skulu verja seg, tá ið vit hava sett tey í ótrygt umhvørvi.
Vit vilja tí eggja til fleiri tiltøk og upplýsandi átøk fyri at styrkja vitanina um ferðslutrygd hjá børnum og vaksnum í kommununi. Við góðari vitan, tryggari skipanum og eini felags ábyrgd kunnu vit gera eina munandi broyting.
Krøv til Landsverk
Vit vilja ikki bíða eftir, at eitt óhapp skal henda, áðrenn broytingar verða gjørdar. Vit skulu krevja, at Landsverk skjótast tilber leggur eina ítøkiliga ætlan fram, sum lýsir, hvussu tey ætla at bøta um ferðslutrygdina í okkara bygdum. Hetta skal ikki bert vera ein vegleiðandi ætlan – tað skal vera ein bindandi ætlan, sum tryggjar betri og tryggari umstøður á okkara vegum.
Ferðslutrygd er ein rættur hjá borgarunum, og vit á Borgaralistanum fara at gera alt, ið stendur í okkara makt, fyri at tryggja, at øll kunnu ferðast trygt á vegunum – frá skúlanum, til ítróttarøkið og millum bygdinar.
Latið okkum standa saman um at fremja verkætlanirnar og gera tað trygt hjá børnum og vaksnum at ganga í okkara bygdum – staðið, har fólk verða raðfest omanfyri bilarnar!
X við Áslu Leilu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder