Fakfeløgini hava víst á, at tørvur er á at endurskoða sjálva umsitingina av frítíðarlønini, tí verandi skipan er kostnaðarmikil at umsita. Eisini nevndin í Frítíðargrunninum hevur víst Umhvørvis- og vinnumálaráðnum á, at nevndin metir tíðina vera farna frá grunninum, soleiðis sum hann er skipaður í dag. Høvuðsorsøkin er, at fíggjarstøða grunsins í longdini ikki er haldfør, eins og mett verður, at tíðin er farin frá endamáli grunsins.
Skotið verður tí upp at avtaka grunnin, samstundis sum tryggjað verður, at fæið og møguligur tøkur peningur annars, verða nýtt til endamál, ið kunnu metast at vera til frama fyri flestu løntakarar. Lógaruppskotið hevur eisini til endamáls at effektivisera skipanina í síni heild.
Í løtuni verður frítíðarløn hvønn mánað flutt á frítíðarlønarkonturnar hjá ymsu løntakarafeløgunum. Talan er um 132 frítíðarlønarkontur, sum 68 fakfeløg eiga, og í alt verða gjørdar góðar 500.000 flytingar um árið. TAKS umsitur skipanina, sum í 2020 kostaði tilsamans knappar 1,5 mió. kr. býtt lutfalsliga millum løntakarafeløgini og Frítíðarkontu.
Fyri at minka rakstrarútreiðslurnar hjá bæði landinum og fakfeløgunum verður skotið upp at samla alla frítíðarlønina á kontu í Føroya Gjaldstovu. Frítíðarlønin er, eins og frammanundan, ogn hjá hvørjum einstøkum løntakara, men verður plaserað og umsitin saman við ognum landsins. Við hesi skipan verður mett sannlíkt, at rakstrarkostnaðurin verður minni.
Nevndin í Frítíðargrunninum hevur víst Umhvørvis- og vinnumálaráðnum á, at nevndin metir tíðina vera farna frá grunninum, soleiðis sum hann er skipaður í dag. Skotið verður tí upp at avtaka Frítíðargrunnin og flyta Granskingarráðnum fæ grunsins at brúka til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.
Raksturin fyrsta árið, umframt útreiðslur av at leggja skipanirnar um, verða hildnar av Frítíðargrunninum, og síðani átekur landið sær kostnaðin av umsitingini.
Tað verður ikki nógv granskað í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, tó at hetta er gransking sum hevur stóran týdning. Eg fegnist tí um, at uml. 10 mió. kr. skjótt verða tøkar til arbeiðsmarknaðargransking, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald