Eg havi “flugur í høvdinum”, “advokaturin sum vildi uppí politikk”, “ein lygnari” og verði eg valdur “ætli eg mær onki at gera á Fólkatingi” o.s.fr.
Toleransan mótvegis øðrum, sum hava eina aðra meining enn Sjúrður, er slett ikki til staðar.
Heldur enn at halda seg til málið, verið eg bara útspiltur. Hetta kemur so frá honum, sum annars sigur seg umboða tolsemi og tí alternativa.
Við sínum álopum roynir Sjúrður sjálvandi at flyta fokus. Lat meg stutt taka samanum:
Síðani Sjúrður bleiv valdur inn á Fólkating, hevur hann sett eina rúgvu av “kanningum” í verk.
Flestu eru kanningar, sum einki hava við hansara politiska virki á Fólkatingi at gera. M.a. kanning um orkupolitikk, sum bleiv til part av valskránni hjá Javnaðarflokkinum. Sostatt bleiv danskur peningur brúktur at fíggja valstríðið í Føroyum.
Sjúrður hevur eisini gjørt kanningar um onnur evni – um støðuna í Norðurhøvum, um javnstøðu o.s.fr.
Peningurin til kanningar trýtur ikki. Fólkatingsmaðurin fær upp móti 2 milliónum árliga til politiskt fólkatingsarbeiði.
Til samanberingar fáa løgtingslimir 30.000 kr hvør um árið til politiskt arbeiði.
Fólkatingslimir fáa sostatt meira enn 50 ferðir so nógvan pening úr statskassanum, enn løgtingslimir fáa úr landskassanum. Hettar er ein demokratiskur trupulleiki, sum Sjúrður Skaale sjálvsagt ikki kann lastast fyri.
Tó er tann regla galdandi, bæði fyri stuðulin úr statskassanum og landskassanum, at peningurin ikki má nýtast til valstríð.
Avgerandi spurningurin er tí:
Eru kanningar um “gongd í haga” og “fosturtøku” viðkomandi fyri tað fólkatingsarbeiðið?
Mín áskoðan er nei, tí hesi mál hava sjálvsagt einki við fólkatingsarbeiði at gera.
Harafturímóti eru hesi evni háaktuell í Føroyum. Málini eru partur av politisku viðgerðini her og skulu avgreiðast á Føroya Løgtingi. Fólkatingið hevur onki við hesi mál at gera.
Eru tí ráðstevnur, hildnar í Føroyum beint undan fólkatings- og løgtingsvali, partur av valstríðnum? Mín áskoðan er ja – so burturav.
Tí verða slíkar ráðstevnur fyriskipaðar í Føroyum við eittans endamáli – at promovera Sjúrð Skaale og Javnaðarflokkin til næsta valið fyri framman.
Tað sjálvsagt ikki tilvild og tað má fyriskiparin tola at hoyra.
Eru míni páhald røtt er støðan tann, at talan er um beinleiðis nýtslu av peningi úr statskassanum til egnan politiskan vinning. Longri er handan søgan ikki.
Christian Andreasen
Politikkur
Sjúrður ræðist sannleikan
Í samband við málið um peninganýtsluna hjá Sjúrður Skaale á Fólkatingi, havi eg fingið skoluna frá Sjúrði.
2022-09-21 17:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald