Vinna

 Kjølbro heilsøla stuðlar hondbóltinum

Fleiri hava lagt til merkis, at Kjølbro heilsøla var ein av stuðlunum á blusunum og LED-skýggjunum hjá Føroyum til seinasta heimadystin herfyri móti Rumenia. Hetta skyldast, at Kjølbro heilsøla og HSF hava gjørt avtalu um sponsorsamstarv, har Kjølbro heilsøla verður ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF.

2023-04-21 14:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Árni Fredriksberg, stjóri í Kjølbro heilsølu, og Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, hittust herfyri á Stangavegi í Klaksvík, har avtalan varð undirskrivað. -Hjá Kjølbro heilsølu hava vit bitið merki í eyðsýndu framgongdina hjá hondbóltinum seinastu árini. Nærlagni, dugnasemi og gott arbeiðslag eru lyklaorð í virkseminum hjá Kjølbro og hetta síggja vit eisini hjá føroyskum hondbóltsíðkarum og feløgum. Hetta er nakað vit sum fyritøka gjarna vilja spegla okkum í og gleða vit okkum at fylgja við nú fleiri landslið skulu kappast við heimsins bestu, sigur Árni Fredriksberg í stuttari viðmerking.

-At hava sterkar stuðlar úr øllum landinum er ein fortreyt fyri at tryggja menningina í føroyskum hondbólti. Hondbóltur skal vera fyri alt Føroyar. Vinnulívið í Klaksvík er sterkt og hava vit eisini sæð, at tey eru stinn at stuðla ítróttalívinum. Hetta fegnast vit nú eisini um í Hondbóltssambandinum, tá Kjølbro heilsøla er vorðin stuðul, sigur Gunn Ellefsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder