Politikkur

– Keddur um at fara úr heimsins besta starvi

– Tað er púra greitt, at tey í konservativa flokkinum ynskja ein nýggjan leiðara og harvið eisini ein nýggjan forsætisráðharra, segði Boris Johnson á tíðindafundi uttanfyri Downing Street 10 fyri løtu síðan.

Boris Johnson uttanfyri Downing Street 10 (Mynd: EPA)

Boris Johnson uttanfyri Downing Street 10 (Mynd: EPA)

2022-07-07 13:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Portal.fo:

Síðan tað í morgun kom fram, at Boris Johnson hevði játtað at leggja frá sær sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum, hevur verið bíðað eftir almennu fráboðanini hjá Boris Johnson, og klokkan hálvgum eitt kom hann úr Downing Street 10 at hava tíðindafund.

– Tað er púra greitt, at tey í konservativa flokkinum ynskja ein nýggjan leiðara og harvið eisini ein nýggjan forsætisráðharra, segði hann.

Seinastu 48 tímarnar hava 59 ráðharrar lagt frá sær, og Johnson hevur nú sett eina nýggja stjórn, sum skal virka, inntil eftirmaður hansara er funnin. Tíðarætlanin fyri hesa tilgongdina verður løgd fram í næstu viku, segði hann.


Les meira á portal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder