Politikkur

 Kann Sambandsflokkurin seta sjálvstýri í verk

Tað eru áhugaverd tíðindi at frætta frá samráðingunum um nýggja landsstýrið.

2022-12-16 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Hol varð sett á búldin tá Framsókn ikki hoknaði fyri kravinum frá Sambandsflokkinum um at eingin blokkniðurskurður skuldi verða. Tølini bara vuksu, og tá Framsókn kravdi 60 milliónir, segði Sambandsflokkurin ja til 40, og so slapp hann út í følvið at hugsa um hvussu tað var at sita uttan vald. Hetta dámdi honum ikki, og løtu eftir vóru teir fúsir til at ganga við til 60 milliónir, men tá var ov seint.


Tað áhugaverda er at eygleiða, at tá á stendur, er Sambandsflokkurin sum nú fúsur til at seta sjálvstýri í verk um so er, at hetta kann geva honum møguleika at stýra Føroyum.


Vit skulu minnast til, at tá Fríðrikur próstur gav flokkinum navn, valdi hann fornnorrøna orðið samband, sum er millum javnbjóðis partar. Hetta útilokar at flokkurin vil innlima okkum í Danmark. Fyri at styrkja støðu sína hevur flokkurin fingið danskar embætismenn at hjálpa sær, og tað hevur riggað higartil.


Men nú er tað hent, at vinnulívsmenninir í Føroyum hava fingið møguleika fyri at útvega váðafúsan útlendskan kapital. Hetta hava vinnulívsmenninir dugað so væl, at Føroyar klára seg betri enn Danmark. Danska uppíblandingin í okkara viðurskifti darvar okkum bara.


Tá vit nú síggja, at Sambandsflokkurin, tá á stendur, gongur við til at niðurlaða blokkin og harvið fáa okkum meir sjálvstýri, er spurningurin bara um hann ikki eins væl kann taka stigið og gerast ein veruligur sambandsflokkur, sum samstarvar við Danmark á jøvnum føti við tað at bæði londini hava sjálvstýri.

Zakarias Wang

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder