
Julian er 33 ár og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir. Hann hevði verið søluleiðari í LM Electric í átta ár, tá hann saman við øðrum stovnaði heilsøluna NORT fyri skjótt tveimum árum síðan. Julian er kanska best kendur sum hondbóltsvenjari,har hann saman við Mark Marcher hevur stýrt úrmælingunum á U21-landsliðnum, umframtat hann er hjálparvenjari á manslandsliðnum.
Magn veitir teimum føroysku húsarhaldunum, virkjunum og skipunum orku hvønn dag, ogsum sølustjóri skal Julian saman við hinum í hópinum røkja góða og trúfasta sambandið og samskiftið við kundarnar. Í øllum sínum virksemi vil Magn veita viðskiftafólkunum ta bestu tænastuna, samstundis sum orkufelagið vil vera virkin slóðbrótari í grøna orkuskiftinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald