Mangan havi eg ígjøgnum árini hugsað um, hvørja støðu tað føroyska
samfelagið hevði verið í, um bert borgarligir flokkar høvdu sitið við
politiska valdinum, seinna partin av farnu øld.
Høvdu vit so ídag livað í einum samhaldsføstum samfelag?
Í gomlu dansistovuni í Sørvági, fekk eg, sum 17 ára gamal, høvi at
hoyra tann mest týðandi politikkara Føroyar hevur fostrað. Eg bleiv
rúnarbundin av at hoyra hendan mannin, sum tosaði sum eitt menniskja
og ikki sum ein politikari.
Í røðu síni segði stovnarin av Javnaðarflokkinum - P.M. Dam - millum
annað, at eitt framkomið land, har tey gomlu og veiku ikki høvdu tað
gott var eitt vánaligt samfelag. Tað fyrsta flokkur hansara vildi
fremja, um flokkurin fekk leiðsluna í Tinganesi til løgtingavalið, var
at syrgja fyri at pensjonistarnir fingu eina fólkapensjón, eins og
allar pensjónir, heilsu og almannaverk skuldi dagførast. Eisini metti
táverandi formaður Javnaðarflokksins, at ein endurnýggjan av
fiskiflotanum var alneyðug. Fígging úr 60 milliónagrunninum skuldi
latast sum stuðul, so at nú kundu fiskimenn runt alt landið sláa seg
saman, soleiðis at teir við 10 prosent í eginpeningi, kundu ogna síni
heimbygd eitt framúr nýtt fiskiskip. Upp á eitt stutt áramál vóru 50
nýmótans línubátar í fiskiflotanum.
Menn og kvinnur saman við arbeiðarafeløgum savnaðu so pening inn, at
byggja flakavirkir, tí stórur tørvur var sjálvsagt á hesum nú
veiðiorkan øktist so nógv.
Lukkutíð fekk Javnaðarflokkurin politiska valdið í 1958. Flokkinum
varð víst so stórt álit, at hann sat við leiðsluni til 1980 -
undantikið tá tað sokallaða Sjálvstýrislandstýrið sat.
Men fræi til okkara vælferðarsamfelag, tað legði táverandi formaður
Javnaðarflokksins, Petur Mohr Dam sáli.
Ótroyttiliga hevði hann frá ungum árum av, politiskt barst fyri, at
hansara eftirkomarar og Føroya fólk skuldu liva í einum samhaldsføstum
samfelag, har tryggja varð pensjonistum og teimum veikastu eitt
virðiligt lív. Samstundis ynsktu borgarligu flokkarnir samhaldsfesti
har pipari grør.
Tá politiska stórmenni P.M.Dam sáli tók við leiðsluni, var stór kreppa
í landinum.Fleiri túsund fiskimenn fóru til Ísland og Noreg við týskum
og bretskum trolarum.
Hóast hetta eydnaðist tað, við leiðslu av Javnaðarflokkinum í
Tinganesi - uppá tvey ára tíggir - fyrst at leggja grundsúlurnar
undir okkara vælferðarsamfelag. At útbyggja okkara heilsu og
almannaverk, at endurnýggja fiskiflotan, sum saman við flakavirkjum
runt alt Føroya land, gav arbeiði til allar tøkar hendur.
Høvdu borgarligu flokkarnir sitið við leiðsluni hesi árini, so høvdu
vit ikki tað samhaldsfasta vælferðarsamfelag vit hava í dag.
Ìdag taka vit samhaldsfasta sum eina sjálvfylgju, eins og ALS og
barnsburðargrunnin. Uttan Javnaðarflokkin høvdu hesi so heilt
avgerðandi mál fyri okkara verkafólk helst ikki sæð dagsins ljós.
So um flokkurin kemur í eina samgongu aftaná løgtingsvalið, so eigur
flokkurin sum setti fiskavirkisskipanina í verk, at hækka gjaldið
munandi sum skjótast. Upphæddin í Als-grunninum sigst verða omanfyri
800 milliónir krónur.
Til tykkum sum skulu atkvøða fyrstu ferð. Latið tykkum ikki lumpa av
populistiskum vallyftum.Fólkaflokkurin vann seinasta løgtingsval við
atkvøðum frá millum annað pensjonistunum, tí at Elsebeth Mercedis og
Jørgen Niclasen bedýraðu í fullari høll á Kambsdali og í sjónvarpinum,
at pensjonistarnir fóru at fáa skattafrían Samhaldsfasta, um tey
atkvøddu fyri Fólkaflokkinum. Hesi bæði hava tilvitandi logið fyri
okkara pensjonistum og tí hava tey ikki tikið hetta vallyfti uppá
tunguna, alt hetta valskeiði. Eitt bluffnummar frá Fólkaflokkinum, sum
pensjonistarnir neyvan seta krossin aftur við.
Politiska slagorðið hjá borgarliga veinginum var og hevur verið, at -
hevur vinnan tað gott, hevur familjan tað gott. Men óansæð hvussu gott
vinnan hevur tað, samstundis sum vanliga familjan, pensjonistarnir og
tey veiku ikki hava tað gott, tá kunna vit ikki kalla okkum fyri eitt
vælferðarsamfelag.
Vel tí eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum ella sjálvan listan -
tey vilja okkum ØLLUM væl, ikki bert vinnuni.
Frank Davidsen
Politikkur
Javnaðar ella borgaligur politikkur
Mangan havi eg ígjøgnum árini hugsað um, hvørja støðu tað føroyskasamfelagið hevði verið í, um bert borgarligir flokkar høvdu sitið viðpolitiska valdinum, seinna partin av farnu øld.
2022-11-28 16:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald