Politikkur

 Havnar Framburðsfelag - nýggj nevnd skipað

Í kvøld hevur Havnar Framburðsfelag, sum er limafelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi, skipað nýggja nevnd. Fleiri enn 100 limir luttóku á fundinum.

2022-11-14 23:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Í nýggju nevndini eru:
- Hans Joensen, formaður
- Malan Á Dul Nielsen, næstforkvinna
- Fróði Ólason Olsen
- Mona Breckmann
- Birgir Nielsen

Inga Dahl og Jógvan Poulsen eru varalimir.

Nýggja nevndin í Havnar Framburðsfelag vil nýta høvið at takka fyrverandi nevndini og formanni floksins, Christiani Andreasen, fyri teirra arbeiði.

Eitt sera týdningarmikið løgtingsval stendur fyri framman, og tí verður fyrsti uppstillingarfundurin longu hósdagin 17. november kl.20.00 á Hotel Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder