Tá vit føroyingar rinda fyri okkara hald av talgildum tænastum sum Spotify, Netflix og Viaplay, rinda vit eisini meirvirðisgjald. Av røttum eigur meirvirðisgjaldið at vera borið landskassanum aftur, men í løtuni fer peningurin í danska statskassan.
Tað er brot á lógina um meirvirðisgjald.
- Vit kunnu ikki liva við, at lógin verður brotin, og føroyingar verða snýttir fyri inntøkur, ið kunnu gera stóran mun fyri føroyskan film, tónleik, mentan og list. Tí er hetta ein gyltur møguleiki at rætta lógarbrotið og tryggja, at peningurin kemur í landskassan í framtíðini og fer óskerdur út aftur til verkætlanir innan mentan og list, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.
Á ólavsøku fer Javnaðarflokkurin tí at leggja uppskot til samtyktar fram, sum skal tryggja, at hesar inntøkurnar koma í landskassan og verða brúktar til mentan og list.
Á fíggjarlógini í dag eru 3,5 mió. kr. settar av til filmsstuðul. Haraftrat eru umleið 10 mió. kr. settar av til alt virksemið hjá Mentanargrunninum, sum skal stuðla tiltøkum og verkætlanum innan føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. Hesar báðar játtanirnar geva í alt 13,5 mió. kr.
Við at fáa MVG-inntøkurnar frá stroymingtænastunum í landskassan og lata tær út aftur til mentan og list, kann játtanin tvífaldast.
Talan er sostatt um eina upphædd, sum kann gera stóran mun fyri føroyska mentan og list.
Javnaðarflokkurin
Politikkur
Ein gyltur møguleiki at styrkja mentan og list í Føroyum
Útlendskar stroymingtænastur mangla at gjalda í minsta lagi 13,5 mió. kr. í MVG í landskassan um árið, vísir frágreiðing. Nú vil Javnaðarflokkurin, at peningurin kemur í landskassan og verður brúktur til at stuðla føroyskan film, tónleik, mentan og list í Føroyum.
2022-07-25 09:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald