Politikkur

 DÝRI BIÐIDAGUR SKAL FRAMVEGIS VERA HEILIGDAGUR

Nú danir frá komandi ári vilja strika dýra biðidag, er føroyski álmanakkin tann einasti í heiminum, har fjórði fríggjadagur eftir páskirnar er heiligdagur og frídagur. Tað eiga vit at halda fram við, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

2023-01-10 10:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



- Umframt at teir kirkjuligu heiligdagarnir minna okkum á kristna boðskapin, sum okkara samfelag er grundað á, so hava heiligdagarnir eisini eitt annað týdningarmikið endamál sum gagnar okkum bæði sum einstaklingar og sum samfelag, sigur Jóhannis Joensen.

Heiligdagarnir í okkara álmanakka geva okkum øllum ein tiltrongdan skáa frá tí gerandisliga meldrinum, og tað heldur Javnaðarflokkurin sjálvsagt hevur týdning, vísir hann á.

- Eg haldi, tað er sera umráðandi, at vit ikki gera sama feilin sum danir, nú tey ætla at strika dýra biðidag sum heiligdag og frídag komandi ár. Vit sum einstaklingar, familjur og sum samfelag hava tørv á, at tað av og á er ein steðgur í tí gerandisliga meldrinum. Tað gevur okkum høvi at hugsavna okkum um tað, vit í Javnaðarflokkinum halda hevur størstan týdning, nevniliga teg og tíni, sigur hann og vísir eisini á ætlanirnar hjá nýggju samgonguni at stytta arbeiðsvikuna við tí fyri eyga at skapa meira tíð í gerandisdegnum.

- Tað er politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum áseta frídagar í Føroyum. Vit krevja nógv av okkara borgarum í dag, og eg haldi, at tað er umráðandi at vit minnast til at geva okkurt aftur. Tað besta, vit kunnu geva aftur til borgaran, er tíð. Tí ynski eg, at vit halda fram við, at dýri biðidagur skal vera frídagur og heiligdagur í Føroyum, sigur Jóhannis Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder