2024-06-21 15:03
Javnaðarflokkurin er farin at kappast við Tjóðveldið um at kvetta skilagóð samstørv í ríkinum.
Nú hevur landsstýriskvinnan fyri javnaðarflokkin boðað frá, at farið er undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum.
Landslæknastovnurin er ein partur av danska «styrelsen for patientsikkerhed», ið er ein stórur stovnur við 287 ársverkum við stórari servitan á nógvum økjum, sum røkja týðandi uppgávur í sjúkrahúsverkinum.
Hetta er seinasta bindiliðið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið, og fer ein yvirtøka at gera upp við ta trygdina, at vera partur av eini stórari og vælskipaðari sjúkrahúskipan.
Vit eiga altíð at hugsa um, hvat tænir Føroya fólki best, og hvørjir stórrakstrarfyrimunir eru við samstarvi, heldur enn at senda nýggjar rokningar til føroyingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald