2024-02-28 07:25
Í samband við vitjanina av donsku heilsumálaráðfrú hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin, boðað frá, at farið er undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum.
Landslæknastovnurin er ein partur av danska "styrelsen for patientsikkerhed", ið er ein stórur stovnur við omanfyri 250 starvsfólkum við stórari servitan á nógvum økjum, sum røkja týðandi uppgávur í sjúkrahúsverkinum.
Hetta er seinasta bindiliðið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið, og fer ein yvirtøka at gera upp við ta trygdina, at vera partur av eini stórari og vælskipaðari sjúkrahússkipan.
Vit eiga altíð at hugsa um, hvat tænir Føroya fólki best, og hvørjir stórrakstrarfyrimunir eru við samstarvi, heldur enn at senda nýggjar rokningar til føroyingar.
Tí verða hesir spurningar settir á Løgtingið mikudagin.
1. Hvussu langt er landsstýrið komið við yvirtøkuni av landslæknaembætinum?
2. Hvussu nógv kann roknast við, at ein slíkur stovnur kostar árliga?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald