Væl omanfyri 300 sjúkrarøktarfrøðingar luttóku á fundinum.
Arbeiðsvikan skal styttast! Meðan framsøknir leiðarar tosa um fýra daga arbeiðsviku, vil politiski myndugleikin skarva hálvan tíma av um árið í seks ár. Hetta er stutt sagt - óseriøst!
Vit gleðast um upptøku av tveimum flokkum av sjúkrarøktarfrøðilesandi. Hetta gevur vón fyri framman! Vit eru í tí gleðiligu serstøðu í Føroyum, at øll lestrarplássini til sjúkrarøktarfrøðing eru upptikin. Í londunum kring okkum er stórt fall í umsøkjarum. Fakið stendur enn meira í hóttafalli! Tørvurin á okkara faki og okkara førleika hvørvur ikki – hann bara økist. Vit gerast alsamt fleiri borgarar í Føroyum.
Vit kunnu ikki stinga høvdið í sandin, men mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Vit mugu taka avgerð um, hvørjar sergreinar vit vilja hava í Føroyum og mugu serútbúgva sjúkrarøktarfrøðingar samsvarandi hesum! Kappingin um sjúkrarøktarfrøðingar við grundútbúgving og serútbúgving er og verður bara enn størri ,og tí mugu vit vera í fremstu røð at fáa loyst hetta. Støðan er so ring í okkara grannalondum við troti á sjúkrarøktarfrøðingum, at vit skulu ikki dúva upp á nakra hjálp hiðani og í ringasta føri, verður hetta fyri okursprísir.
Skulu vit hava nakra vón um at hava nøktandi tal av sjúkrarøktarfrøðingum, bæði við grundútbúgving og serútbúgving, so mugu vit sum samfelag taka ábyrgd av at útbúgva hesar sjálvi og vit mugu ikki liggja sjóvarfallið av okkum!
Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, fleiri sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving og einari arbeiðsviku, ið fer væl niður um hasar 37 tímarnar skal til nú! Latið okkum nú sum samfelag taka trotið av sjúkrarøktarfrøðingum í álvara og gera nakað við tað!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald