Politikkur

Ynskir Føroya landsstýrið at vera við í verjusemjuni

Skrivligur fyrispurningurEftir § 52a í Tingskipanini

2023-05-30 20:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður


Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður


Evni: Støðutakan landsstýrisins til eina nýggja verjusemju


Spurningar:

 

  1. Ynskir Føroya landsstýrið at vera við í verjusemjuni, sum danska stjórnin leggur upp til? – og um ja, hvørji ynski hevur landsstýrið til verjusemjuna?
  2. Vil landsstýrið vera við til at styrkja um trygdina í Norðuratlantshavinum? – og um ja, hvussu?
  3. Ætlar landsstýrið at varðveita leistin um, at donsk málsøki sum t.d. verjumál skulu gjaldast av danska statskassanum, ella skal landskassin gjalda fyri verjusemjuna?
  4. Hevur landsstýrið fingið innbjóðing til innleiðandi fundirnar um nýggju verjusemjuna? –
    og um ja, hvør í landsstýrinum hevur luttikið á hesum fundunum?

 

Viðmerkingar:

Í strembanini hjá donsku stjórnini at røkka NATO kravinum um, at tvey prosent av bruttotjóðar-úrtøkuni (BTÚ) skal nýtast til fígging av verjuni, er danska stjórnin farin í holt við samráðingarnar um eina nýggja verjusemju. Í hesum sambandi hevur virkandi danski verjumálaráðharrin,
Troels lund Poulsen, meldað út, at Arktis og Norðuratlantshavið hava fremstu raðfesting.


Undanfarni landsstýrismaður í uttanríkismálum luttók á uppstartsfundinum til verjusemjuna fyri einum ári síðani. Umframt hetta, hevur virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, verið í Føroyum á vitjan hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Høgna Hoydal, har boðað varð frá, at hann ynskti at hava føroysku og grønlendsku landsstýrini við, tá verjusemjan skal gerast.


Framløgan av Arktiska kapacitetspakkanum varð nógv átalað, tí landsstýrið og uttanlandsnevndin vóru ikki kunnaði um átøkini, ið vóru avtalaði við pakkanum. Fyri at tryggja, at sama støða ikki endurtekur seg, er skrivað í danska stjórnarlagið, at landsstýrið verður kunnað og innboðið til samráðingar í málum, sum ávirka Føroyar.


Landsstýrið og danska stjórnin nýta orðingina: ”Einki um okkum uttan okkum” og ”intet om Færøerne og Grønland skal besluttes uden om Færøerne og Grønland. ” - hetta má skiljast sum, at landsstýrið tryggjar sær, at ongar avgerðir um Føroyar verða tiknar, uttan at landsstýrið er við í avgerðunum


Grundarlagið fyri spurningunum til Aksel V. Johannesen, løgmann, er út frá omanfyri nevndu viðmerkingum, og við tí endamálið, at fáa upplýst, hvør landsstýrisins leistur er til verjusemjuna.



Á Løgtingið, 30. mai 2023

Bárður á Steig Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder