Ítróttur

Vøllurin í Sandavági aftur klárur at brúka

Fótbóltsvøllurin í Sandavági er nú klárur at brúka aftur, eftir at skaði kom á hús í bygdini í sambandi við stormin fyrr í vikuni. Skaðin førdi við sær, at asbest loysnaði og endaði á vøllinum.

2024-12-02 09:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samráð við Arbeiðs- og brunaeftirlitið er vøllurin reinsaður, og øll viðurskifti eru nú í lagi sambært galdandi reglugerðum. Hetta merkir, at vøllurin er góðkendur og kann trygt nýtast aftur.

Kommunan heitir á borgarar um at vera varin, tí asbestpettir kunnu framvegis vera at finna í bygdini eftir stormin. Um fólk síggja asbest, verður mælt til at boða kommununi frá. Alternativt kunnu tey sjálvi heinta tað upp við handskum, leggja tað í ein plastposa, binda fyri og burturbeina tað á rættan hátt.

Kommunan takkar fyri samstarvið og heitir á øll um at vera eygleiðandi, soleiðis at møgulig vandamikil evni ikki gera skaða á fólk ella náttúru.

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder