- Vit skulu áhaldandi minka blokkin og helst seta ferðina upp.
- Vit skulu taka ræði á løgreglu og dómstólum.
- Vit skulu vinna kappingina um okkara egna besta tilfeingi. Tí mugu vit hava eina lestrarstuðulsskipan, sum er betri enn í grannalondunum.
- Vit skulu hava okkara egnu stjórnarskipan.
Hesi mál mugu standa ovast á arbeiðsskjalinum, tá ið flokkurin næstu ferð fer til samráðingar um at skipa stjórn.
Tá vantar bara ein fólkaatkvøða um eina ordiliga skilnaðaravtalu við Danmark, áðrenn vit kunnu kalla okkum eina sjálvstøðuga tjóð – eitt ordiligt land.
Sum eitt ordiligt land, mugu vit eisini tryggja ordilig livilíkindi hjá okkum øllum og ikki minst komandi ættarliðum.
Tí mugu vit leggja alla politiska orku í
- at tryggja øllum atgongd til ordiligar bústaðir um alt landið – eitt fjøltáttað útboð til øll ung, støk, familjur, eldri o.s.fr.
- at tryggja optimala úrtøku úr okkara felags tilfeingi og taka tey gjøld, ið samfelagið og komandi ættarlið av røttum eiga
- at tryggja løntakarunum ein rættvísan og gjøgnumskygdan arbeiðsmarknað
- at tryggja vinnurekandi góðar umstøður og íverksetarum bestu fortreytir fyri nýhugsan og menning
- at tryggja eitt í øllum lutum samhaldsfast samfelag við øllum vælferðartænastum
- at verja og umsita okkara náttúru og náttúruríkidømi
- at styrkja mál, mentan, list, útbúgving og gransking
Vit skulu vera eitt ordiligt land, og eitt ordiligt land tekur sjálvsagt eisini ábyrgd við egnari rødd á altjóða pallunum.
Tí skulu vit eisini harðmælt tala at eyðsýndum álopum á tjóðir og sivilfólk allastaðni og krevja, at altjóða lóg verður hildin og mannarættindi vird.
Flokstingið staðfestir, at henda samgongan hevur avrikað nógv av sínum málum eftir bert 15 mánaðum. Hon hevur loyst trupul stórmál, ið hava ligið á láni í mong ár. Nú er at leggja alla orku í loysa tey mál í samgonguskjalinum, sum eru eftir.
Samtykt á flokstingi í Hósvík 6. apríl 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald