Politikkur

Vit skulu varðveita norðuratlantisku fólkatingssessirnar

Tað vildi verið púra skeivt at niðurlagt føroysku og grønlendsku fólkatingssessirnar. Í politikki ræður tað um at hava ávirkan, og so leingi sum lógir verða gjørdar í danska fólkatinginum, sum hava ávirkan á Føroyar, so leingi skulu vit varðveita fólkatingssessirnar.

2025-04-24 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tí haldi eg, at starvsfelagi mín, Sjúrður Skaale, skjýtur við síðunarav, tá hann í donskum miðlum enn einaferð ger seg til talsmann fyri at avtaka fólkatingssessirnar.

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær? Í grein í Weekendavisen leggur Sjúrður Skaale upp til, at føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir eru við at máa støðið undan fólkaræðinum.

Henda hugsanin kundi ikki verið meira skeiv.

Føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir hava rætt til sín sess. Tað stendur í Grundlógini. Fólkatingið lóggevur á økjum, sum enn ikki eru yvirtikin. Sambandsflokkurin fer ongantíð at góðtaka, at vit bara skulu lata onnur smíðja lógir, sum ávirka føroyingar í Danmark og Føroyum, uttan at vit hava nakra ávirkan.

Um Sjúrður Skaale og Javnaðarflokkurin ikki longur tíma at røkja sessin á fólkatingi, so kunnu tey bara lata onnur gera tað – eingin noyðir Javnaðarflokkin at ogna sær sessir, sum tey opinbart fáa so ilt í afturpartin av.

Útsøgnin hjá Sjúrði Skaale vísir, at Sambandsflokkurin er einasti verulig samríkjaflokkur í Føroyum. Mótsatt Javnaðarflokkinum, so hevur Sambandsflokkurin ikki eina samleikakreppu, tí vit vita, hvat vit vilja, og fara altíð at gera tað greitt fyri føroyingum, at Sambandsflokkurin vil varðveita Ríkisfelagsskapin.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder