Politikkur

Vit orka SEV og vind - Forðing ella Menning

 Ikki gongur væl at leggja um til grønari loysnir

2022-01-11 10:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ikki gongur væl at leggja um til grønari loysnir.

Samstundis sum fleiri halda at ov nógvar vindmyllur verða bygdar í senn ætlar Tórshavn at fáa nógvar nýggjar diselbussar.

SEV átti ongantíð at fari undir at gjalda fyri orku sum teir ikki fáa inn á netið. Tað var SEV sum byrjaði við hesum ósiði fyri at hjálpa sínum egna dóttirfelagi í vindorku á Húsareyni og við Longutjørn.

Um nú tey trý vindfeløgini – á Húsareyni, við Skotabrúnna og við Gellingarklett ikki fáa pengar frá SEV fyri ”luftstreym” so koma tey kanska at royna at brúka avlopið til at kloyva vatn til vetni sum síðani kann brúkast ymsastaðni. Kanska til ferðslu, el. ella upphiting. Brennikyknur sum eru ástøðiliga uppfunnar í 1828 eru nú atkomiligar.

Til ber eisini at brúka avlops-el til orkuverk heima hjá fólki og fyritøkum til el og upphiting við brennikyknum.


Annars ljóðar tað ikki væl at norðmenn hava dummað seg so grovt, við at lata millumgribbar taka 35% av el-kostnaðinum niðurí egnan lumma.

Tað kann aldrin koma upp á tal at gera sovorðið her á landi. Men vit skullu heldur ikki forða møguligum ”Girløsum” at sleppa fram at netinum. Men við skili!


Men vit hava ikki nóg góðar royndir av at SEV hevur havt einarætt. SEV gjørdist ov tvørt og ólagaligt undir køvandi monopoldýnuni.


Einaferð í tíðini, tá eg var bóndi helt eg meg hava fingið eitt orduliga gott hugskot! Bæði fyri bóndagarðin, SEV, Føroyar og okkara familju.

Hugskotið var at seta eina vindmyllu upp á Grágásaheyggin á Vatnaskørðum! Fyri at gagnnýta íløguna vendi eg mær til SEV fyri at fáa loyvi til netíbinding soleiðis at bóndagarðurin fyrst varð knýttur í og so eisini kundi keypa streym frá SEV tá stilli varð. Elfelagið skuldi so eisini keypa streym frá okkum. Hetta kann væl lata seg gera! Men gakk!

Brævið var sent SEV seint í 1982. Bíðað varð við spenningi eftir svari og samráðingum! Og enn verður bíðað!

SEV hevur ikki svarað aftur enn, og er heldur farin í nýtt stríð ímóti vindmyllum eins og Don Qijote gjørdi í Spanialandi á sinni. Men tað var fleiri hundrað ár áðrenn elfelag okkara.

SEV hevur ikki enn fatað, at fólkaítøk til frama fyri varandi loysnir, er hjálp til upprunaliga samhaldsfasta og fólksliga felagsskapin, sum vælmeinandi tjóðskaparligir føroyingar stóðu á odda fyri.

Sjálvt um byrjanin ikki var heppin, tá danir kravdu danska loysn heldur enn ta norsku hjá Harry Fonsdal. Og føroyingar, ella landsins myndugleikar, saman við SEV lótu sær lynda. Sum ikki einaferð. Síðani hevur elfelagið eisini verið ein sera góður kundi hjá eini danskari el-ráðgevingarfyritøku.


Heimurin fór illa av skotgrøvs-kríggi fyri góðum hundrað árum síðani.

Tað er ikki røtt strategi fyri SEV í dag.


Gott nýggjár!


Hanus í Hoyvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder