Hesi seinastu fýra árini hevur kommunan gjørt útstykkingar í øllum bygdum í kommununi. Tað er av størsta týdningi, at kommunan altíð hevur grundstykkir tøk til borgarar, ið vilja seta búgv her, teir verða við til at fíggja framtíð okkara.
Vit hava tó ikki bara brúk fyri vanligum grundstykkum til sethús.
Støðan í dag ger tað soleiðis, at tað ikki er ein og hvør, ið hevur ráð at byggja sær eini sethús. Tí mugu og skulu vit fáa gongd á íbúðarbygging í Vága kommunu. Vit hava bjóðað øki út hesi seinastu árini, men enn er eingin avtala undirskrivað.
Tað hevur alstóran týdning, at vit sum kommunu liggja framvið og bjóða okkum fram til íbúðarbygging. Bæði vanligar íbúðir í sethúsaøkið, men eisini eiga vit at fáa gongd á eldraíbúðir.
At fingið eldraíbúðir tætt við Ellisheimið hevði loyst nógvar knútar, sum vit hava í kommununi.
- Tað eru fleiri eldri fólk, sum ynskja at sleppa úr teirra stóru húsum.
- Tey eldru fáa ein felagsskap aftur, og kunnu njóta tíðina saman við øðrum sum búgva í eldraíbúðunum.
- Køkurin hjá Vesturvón er á staðnum
- Heimatænastan er beint við.
- At fingið eldraíbúðir við Ellisheimið hevði verið gott fyri allar partar.
Aðrar familjur eru klárar at flyta inn í eldru húsini, og hevði tað so havt við sær, at ein familja sum í dag møguliga leigar ella ikki hevur ráð at byggja fær sítt egna heim.
Um vit fáa gongd á íbúðarbygging hevur tað við sær, at fleiri búeindir koma í kommununi, og eigur tað eisini at hava við sær, at miðalprísurin fyri sethús lækkar.
Set X við Jóanis Albert Nielsen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald