Vit mugu arbeiða fyri at betra um øll viðurskiftini hjá fólki við skerdum førleikum. Hetta snýr seg bæði um betri tænastur, betri bústaðarmøguleikar, tryggari stuðul til familjur og avvarðandi, og betri atkomumøguleikar til almennar stovnar, so øll hava somu møguleikar at luttaka og brúka tænastur.
Eitt gott samfelag kennist aftur á, hvussu vit taka okkum av teimum, sum hava størsta tørvin á stuðli. Tí eiga vit at tryggja, at fólk við skerdum førleikum fáa virðing, tryggleika og møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt.
Vit hava ábyrgd av at skapa eitt samfelag, har øll verða tikin við, og har eingin verður gloymdur.
Vinjard Johansen
Miðflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald