2022-02-02 08:10
Tá vit bróta beinið kunnu vit fara á skaðastovuna og fáa hjálp. Men soleiðis er tíverri ikki, um mann stríðist sálarliga og hevur tørv á bráfeingishjálp.
Vit mugu hjálpa og lofta fólki, um tey hava heilsutrupuleikar – tað eigur at vera galdandi fyri bæði kropsliga- og sálarliga heilsu. Tað er týdningarmikið, at vit arbeiða fram móti at kropslig og sálarlig heilsa verða javnsett og viðgjørd við líka stórari tyngd og álvara.
Tí hava vit tørv á einari sálarfrøðiligari skaðastovu, so fólk ið tørva, kunnu fáa tað hjálpina tey eiga. Ein sálarfrøðilig skaðastova kann bjarga mannalagnum og lívið.
Tað hevur verið arbeitt við at gera eina sálarfrøðiliga skaðastovu í nøkur ár, men enn er ikki komið á mál. Tí fari eg í morgin, at seta Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharra, munnligan fyrispurning um, hvussu tað gongur við arbeiðinum og nær væntast kann at sálarfrøðiliga skaðastovan er klár.
Eg haldi tað vera ómetaliga týdningarmikið, at vit arbeiða skjótt við málum av hesum slag.
Hervør Pálsdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald