Nú í eini 80 ár - út í eitt - hava vit livað í frið og náðum í hesum partinum av heiminum.
Vit hava kunnað livað og hugsað, sum vit hava gjørt, tí at stóri heimurin kring okkum leingi hevur livað í sátt og semju, meðan politikarar hava roynt at bygt álit upp millum lond.
Men so ein fagran dag brast. Russiska bjørnin kvaklaðist við eftir langan dúr. Skelkurin fór um allan vesturheim, sum sjálvandi hvesti afturímóti. Úrslitið av tí var, at heimsins útreiðslur til hernaðarútgerð kom upp í slakar 2500 milliardir dollarar í 2023. Og tað hevur broytt heimin.
Í somu tíðindum hoyra vit um, at tey kervini, ið halda øllum heiminum uppi, eru skadd – at heimins lungu og hjarta eru sjúk og megna ikki at halda jørðini í javnvág.
Tað er ein grimur sannleiki, sum er illa lýddur.
Einaferð segði stjørnufrøðingurin Galilei við pávan – tað eru eini 400 ár síðan - , at jørðin var ikki heimsins miðdepil. Hann varð tveittur í fongsul. Tí tað, ið hann segði, tók grundarlagið undan øllum tí, ið pávans veldi varð grundað á. Pávin var ikki áhugaður í sannleikanum, men í sínum gamla valdi, sum var grundað á ókunnleika. Sama søga endurtekur seg nú á døgum – mong vísa á, at miðdepilin er ikki menniskja og tess tørvur, men náttúran, sum er fortreytin fyri menniskjanum og øllum øðrum dýrmætum lívi.
Men tey, ið eiga pening og vald, - og olju - lurta ikki.
Náttúran vríggjar sær í sjúkukreppingum, sum fær hana at sveiggja millum millum snerkjandi sól og frost, skerping og flóð, skriðulop og kókandi sjógv.
Í allari hesari óvissuni veittrar okkara merki millum onnur fløgg.
Ber tað til í hesum nýggja veruleikanum at steðga á og fagna 25. apríl?
Jú, tað skulu vit. Vit skulu í slíkum tíðum fjálga um tað, ið setur seg upp ímóti sjúkum politiskum grammleika og teimum, sum seta á skrá at gera av við fólkaræði.
Vit skulu vísa heiminum, at tá ið tað ber til at fáa so nógv burtur nøkrum vilstum klettum mitt úti í havinum – soleiðis skoða mong okkara land - hvat er so potentialið hjá øllum heiminum, um virkað verður sum tað sømir seg menniskjum? Um hvør bara røktaði sín lut til fulnar.
Og vit hava okkara søgu at siga okkum sjálvum og øðrum, og tað eru nøkur høvi, tá ið tað liggur best fyri í felag at rógva afturá aftur og sanna – at einki kom av sær sjálvum, einki frambrot var ein gáva – men bara grundað á hart arbeiði og ein stálsettan vilja at fremja dreymar í verki. Hesin dagurin er eitt fínt høvi til slíkt.
Merkið umboðar okkara gjøgnumbloytta land, og at vit fingu tað er higartil størsta politiska bragd, sum framt er her á landi. Tað umboðar grundarsteinin undir tí samfelag, vit eiga nú.
Dundrið frá kanónunum í Evropa og Miðeystri, eigur at fáa okkum at minnast, at eisini okkara merki varð veruleiki í bonskum bardaga. Tá ið fólkaræðið aftur varð hótt. Tá vóru føroyskir sjómenn við og gjørdu sín part. Teir vágaðu nógv, tað kravdi nógv – men teir sigldu undir okkara egna merki, og síðan tá hevur tað havt ómetaligan kensluligan týdning fyri okkum.
Hetta er ikki tjóðskaparligt kroyst, men ein dýrmætur táttur úr okkara søgu, sum vit ongantíð mugu gloyma – tí nýta vit høvi í dag at skøra í evninum aftur.
Einaferð var kríggið av, og tá høvdu vit vunnið so stóra sigur, at okkara merki varð viðurkent ímillum onnur heimsins fløgg – til eitt vist.
Og vit skulu loyva okkum at minna hvønn annan á týdningin, okkara sermerki hava, minnast á aftur tann bardaga tað hevur kravt hjá lítlum samfelag og gomlum hjálandi at hava síni sermerki varðveitt. Tað er ið hvussu er alt annað enn sjálvsagt. Fólk um allan heim berjast fyri sínum virðum og rættindum – maktast tey, verða tey gloypt av teimum stóru. Bardust vit ikki, fingu vit somu lagnu sum tey, ið hoknaðu og mistu móðurmálið og við tí alt annað, ið krevst til sjálvræði – sum egnan skúla og egið búskaparøki.
Okkum hevur altíð dámt serstakliga væl at sungið og kvøðið. Vit hava njórað og sungið og kvøðið í arbeiði og fríløtum, ígjøgnum rakøldir sum góðar tíðir. Tað stytti fólki um løturnar og var fylla í bæði tí átrúnaðarliga, gerandisliga og vertskapsliga. Tað var gleði og fragd í tí. Og tað var tað, ið gjørdi, at vit varðveittu okkara mál.
Seinni vórðu vit ógviliga tilvitað um týdningin, ið málið hevði fyri okkum. At tað er okkara sanna samleikaprógv.
Og burtur úr tí gjørdu vit okkara egna tjóðsang, sum setti sínar skorður undir okkara sjálvsfatan og lýsti okkum í ódn og í logn, í sólarroða og myrkri. Vit tóku hann til okkara og syngja hann tær hátíðarligastu løturnar.
Vit vóru tá spakuliga farin at bregda litirnar í merkinum inn í okkara samleika: roðan, havið og brimið - hóast merkið ikki tá var teknað. Men so varð tað teknað, og tann 25. apríl 1940 vundu so føroyskir sjómenn tað í húnar hátt og løgdu á blotan við tí.
Tá fluttu vit mørk, og vit halda á at flyta mørk, droyma okkara dreymar, seta okkum sjálvum krøv.
Tað var tann tíð, at fæloysingar sótu og togaðu í árarnar og skjútsaðu prestar um Heystfjørð. Eingin kundi tá hugsa tankan at grava eitt hol undir fjørðin, so Harrans tænari turrskøddur kundi koma tvørturum. Men nú er tann tankin ikki bara hugsaður men eisini veruleiki.
Vit droymdu um regluligt flogsamband - nú útbyggja vit Vága floghavn at taka ímóti 1 millión ferðandi
Eitt fátal droymdi um eitt universitet, nú loftar tað stórum parti av ungdóminum, ið annars hevði farið av landinum.
Vit droymdu og eltu dreymarnar og droyma nýggjar.
Men alla tíðina hildu vit á at syngja.
Og fyrst í árinum í kuldanum í januar vóru vit komin so langt, at vit savnaðust í einum blandaðum kóri við 5000 føroyingum niðri í Berlin at fagna einum ungum lovandi úrvalsliði sum umboðaði tjóðina. Vit sungu tjóðsangin – og vit vóru savnað undir merkinum.
Vit savnaðust – og spenningurin var øgiligur, sum hann altíð er, tá ið Dávid møtir Goliat og spurningur er: man tað bera til at fella kempuna?
Tað komu rivur í takið á Mercedes-Benz høllini, sum stóð at bresta av kenslum, gleði, stoltleika - tí samrunin av dugnaskapi og samanhaldi stóð sína roynd á vølli og uttanfyri. Vit stóðu saman um at inna eitt verk – at stuðla og bera á mál. Vit gjørdu tað, meðan vit sungu tjóðsangin og veittraðu við merkinum. Vit máttu sleppa at siga, hvørji vit eru – eins og Pál hevði merkið á hettuni og Sandberg hevði sítt sum eina rípu á bátinum.
Tað er eitt øgiligt renningarlop, vit hava gjørt í slakar tvær øldir, áðrenn vit gjørdu hetta lopið, og nýggja ættarliðið framdi hetta bragdið, sum rungaði um alt Evropa. Men renningarlopið byrjaði við grundini – við at rakna við sum fólk við einum máli, sum varð amboðið at grunda restina á.
Hagfrøðingar høvdu gjørt tað upp í prosentum – 10% av tjóðini var savnað undir sínum merki – og so borið saman við onnur lond. Tað ber ikki til.
Og tað er júst har, ið gandalykilin liggur. At síggja teir stóru møguleikarnir í teimum smáu støddunum.
Lykilin er at hugsa og síggja møguleikar við teimum fortreytum, sum eru. Ikki við støði í annara men okkara fortreytum.
Høvdu vit komið so langt, høvdu vit einki mál? - ongan tjóðsang? - einki merki? Nei
Hevði nakar annar enn vit trúð upp á møguleikan at binda oyggjarnar saman, sum vit hava gjørt? Nei.
Høvdu onnur enn vit sett Atlantic Airways á stovn? Nei.
Høvdu onnur enn vit sett Fróðskaparstrið á stovn? Nei.
Hví nei? - Felagsnevnarin er, at hini halda, at vit eru ov smá. Vit duga at síggja, at tað eru vit ikki.
So vit siga, lat hini eiga tað stóra, lat hini eiga ørnina og kondorin, vit eiga músabróðurin, sum við sínum 15 grammum kann fylla alt grannalagið við sínum sangi, tá ið lagið er gott.
Hann skræðir ongan sundir, hevur ikki tørv á at gera seg inn á nakran. Men hann skapar slíkt, ið eingin vildi hildið, at nakað so lítið kundi skapað.
Hetta er alt tað, vit fegnast um, men ein illa lýddur sannleiki loðar eisini uppi við merkið. Tíverri. Stundum sleppur tað ikki upp í part. Stundum sleppa vit ikki at virka og kappast undir merkinum. Tað hendir, tá ið vit royna at sleppa okkum upp í part, har sjálvstøðug lond virka.
Tá hava vit hug at stinga ryggin burtur úr okkum, skúma og vera firtin. Men lítið batar.
Tey gera ikki annað enn at endurtaka sannleikan fyri okkum. Ein, sum okkum hóvar illa.
Tað er tann kaldi sannleikin, at ikki fyrr enn vit hava viðurkent okkum sjálv sum sjálvstøðugt land, broytist tann støðan. Og so leingi vit ikki gera tað, fer merkið at verða skert.
Sannleikin er, at Merkið fer ongantíð sjálvsagt at veittra millum fræls lond, so leingi okkara ting virkar við øðrum parlamenti oman fyri seg. Vit kunnu látast ella vera. Látast, at eitt er veruleiki – men vita, at annað er sannleikin.
Tað eru tey, ið ertandi siga, at flaggið tykist hava sama status sum Føroya fólks sangbók, sum hýsir okkara hugsjónum og kenslum, men nyttar einki, tá ið vit fara út í heim at tosa um fólkarætt.
Hans Andrias og Pól F. siga inniliga frá okkara innastu kenslum sum fólk, men tað, teir siga, hevur einki løgfrøðiligt gildi í teimum stóru parlamentunum.
Vilja vit hava onnur at viðurkenna okkum, mugu vit byrja við okkum sjálvum og viðurkenna okkum sjálv sum sjálvstøðugt land. So títt og knapt, vit gera tað, viðurkenna okkum sjálv, fara vit at síggja, hvussu mangt losnar, sum nú er bundið – og hvussu læstar dyr verða latnar upp. Tástani fær okkara merki ta støðu, sum tí altíð var ætlað, at tað skuldi hava. At veittra yvir einari sjálvstøðugari tjóð. Eisini tað stigið megna vit, vilja vit tað. Vit hava droymt dreymin leingi, nú vantar lítið í at fáa hann framdan í verki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald