Politikkur

Visjónir fyri vinnulívið

Vinnur skulu geva avkast og vera kappingarførar á altjóða marknaðinum.

2026-03-18 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í 2006 gjørdi Landsstýrið ein vinnupolitikk. Vinnupolitikkurin eigur at verða endurskoðaður. Sjálvsagt skal so týðandi politikkur endurskoðast regluliga.

Vøkstur er vegurin til vælferð. Tað almenna skal tryggja karmarnar, og tað verður gjørt við framskygdum vinnupolitikki.

Ítøkiliga vil Fólkaflokkurin, at:

  • vit skulu reka burðardyggan landbúnaðarpolitikk, sum samstundis tryggjar vinnuligt gagn av tilfeinginum
  • vit skulu hava greiðari ferðavinnupolitikk, sum er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardyggur
  • broytingar skulu gerast í lóggávuni um burðardygga ferðavinnu, ið gera karmarnar greiðari
  • Føroyar skulu gerast maritimur depil í Norðuratlantshavinum.


X við Fíu Selmu Nielsen

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder