Vinna

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%

.

Mynd: Havstovan.

Mynd: Havstovan.

2026-05-20 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan skrivar

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár.

Svartkjafturin stóð heldur norðarlaga í kanningarøkinum í ár í mun til í fjør og serliga fyrraárið.

Nógv var at síggja út frá skotsku hellingini og norður móti Wyville Thomsonrygginum, og heldur minni suðuri á Porcupine Bankanum. Talan var serliga um 2021-2023 árgangirnar (3-5 ára gamal fiskur), og meginparturin av hesum fiskinum hevði gýtt.

Longur norðuri, í føroyskum øki, var svartkjafturin heldur smærri. Har var fitt av 1 og 2 ára gomlum svartkjafti uppi í veiðuni. Hetta eru 2024 og 2025 árgangirnir, sum vónandi fara at koma fyri seg komandi árini.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Niðurlondum og Spania.

Les felags frágreiðingina her.

Les eisini túrfrágreiðingina hjá Jákup Sverra her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder