Annað

Vilja hava fólkatingið á banan at minka um óljóð

Heimafriður vónar, at borgarstjórarnir í føroysku kommunum fara at gera donsku borgarstjórunum eftir, har tað verður tikið meira atlit til fólkið og samfelagsfíggjarliga ágóðan av at minka um óljóð.

2023-04-14 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tólv danskir borgarstjórar vilja hava fólkatingið á banan fyri at minka um óljóð frá ferðsluni á motorvegnum, veit Danmarks Radio at siga frá. Mikudagin í hesi vikuni sendu teir 12 borgarstjórarnir í kommunum kring høvuðstaðarøkið bræv til eina røð av ráðharrum, við áheitan um, at seta hámarksferðina á ávísum motorvegastrekkjum niður á 80 kilometrar um tíman. Endamálið er eittans at bøta um heilsuna og trivnaðin hjá borgarum.


Meira enn 100.000 húsarhald í kommunum við høvuðstaðarøkið í Danmark eru tyngd av óljóði frá ferðsluni á motorvegunum. Nógv av teimum, ið har búgva eru í vanda fyri at fáa blóðtøpp og strongd.


Ein greining, sum verkfrøðifyritøkan MOE hevur gjørt fyri tær 12 kommununar bendir á, at 27.000 færri íbúðir fara at verða raktar av óljóði, um ferðin á vegunum verður sett niður. Samstundis vil CO2 útlátið minka við 3 – 4 prosentum.


Tað fer at taka nakað longri hjá fólki at koma fram, men borgarstjórarnir meina, at tað eigur at verða lagdur størri dentur á samfelagsfíggjarligu positivu avleiðingarnar av at seta ferðina niður, heldur enn virðið í at koma skjótari fram.


Í Føroyum eru eingir motovegir, men undirstøðukervið í Føroyum elvir tó til júst somu trupulleikar, sum í Danmark, tí tað ikki er tikið hædd fyri trivnað og heilsu hjá borgarum, tá samfelagið verður bygt út við landsvegum og havnaøkjum. Føroyar er oyggjasamfelag, við havnaløgum tætt uppat bústaðarøkjum. Larmandi virksemið við og á havnaløgunum hevur álvarsamar avleiðingar fyri nógv fólk í Føroyum.


Sum bæði WHO og serðfrøðingar gera vart við, skal óljóð takast í nógv størri álvara enn higartil hildið. Tískil  mugu vit tillaga útbyggingina av samfelagnum hareftir. Tíbetur eru nógvir møguleikar at betra um støðuna til frama fyri trivnað og heilsu, sum vit harafturat fáa umhvørvisligar batar burturúr.


Heimafriður heitir á føroyskar borgastjórar og politikarar sum heild um at taka óljóð í størri álvara og gera munagóðar broytingar fyri føroyska fólkið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder