Politikkur

Vil tryggja at útlendsk prædikufólk í Føroyum verða viðfarin eftir røttum lógum og mannagongdum

Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum spyr útlendinga- og integratiónsaráðharran um vantandi eftirlit við donskum viðgerðarmyndugleikunum, og hvørji tiltøk ráðharrin ætlar at seta í verk fyri at tryggja, at útlendsk prædikufólk í Føroyum verða viðfarin eftir røttum mannagongdum framyvir.

2024-04-05 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir áhaldandi spurningum frá Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni fyri Javnaðarflokkin, kom tað í kunning til Føroyanevndina fram, at útlendsk prædikufólk í Føroyum hava verið viðfarin eftir skeivum mannagongdum í 20 ár. Seinasta dømi um hetta var einasti katólski presturin í Føroyum, bretin Peter Fleetwood, ið flutti av landinum eftir einans trimum árum, takkað verið strangu donsku reglunum. Sjúrður setti í tí sambandi ráðharranum nakrar spurningar við útgangsstøði í Fleetwood.

Í fyrstu atløgu segði ráðharrin, at talan var um “en misforståelse”, men mátti seinni taka orðini í seg aftur og biðja um umbering fyri at útlendingastýrið av órøttum í gjøgnum so nógv ár hevði fylt ov skerpandi mannagongdum, tá tað um útlendsk prædikufólk í Føroyum ráddi.

Viðgerðarmyndugleikin hjá útlendingastýrinum viðgerð fyri tað allar mesta útlendsk prædikufólk búsitandi í Danmark. Tí er tað uttan iva ein vansi, at útlendsk prædikufólk í Føroyum aftur fara at verða viðfarin eftir donskum mannagongdum. Í tí sambandi spyr Sjúrður Skaale, hvussu ráðharrin ætlar at tryggja, at útlendsk prædikufólk í Føroyum frameftir verða viðfarin eftir røttum lógum og mannagongdum, og um ráðharrin metir eftirlitið við útlendingastýrinum vera nøktandi.

Spurningarnir eru soljóðandi:

Spørgsmål:

Hvad vil ministeren gøre for at forebygge, at danske myndigheder fremover vil behandle udenlandske forkyndere på Færøerne efter en forkert praksis?

Spørgsmål:

Mener ministeren, at der bliver holdt godt nok øje med praksis i Udlændingestyrelsen?

Bemærkninger:

Der henvises til ministerens orientering til Færøudvalget den 5. marts 2024 om Udlændingestyrelsens praksis i sager om opholds- og arbejdstilladelse for religiøse forkynder m.fl. på Færøerne, jf. FÆU Alm. del – Bilag 19 (folketingsåret 2023-24), hvoraf fremgår, at Udlændingestyrelsen siden 2004 har fulgt en uhjemlet skærpet praksis ved behandlingen af ansøgninger om opholds- og arbejdstilladelse for religiøse forkyndere m.fl. på Færøerne.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder