Ítróttur

VÍF fær nýggjan venjara

Kvinnuliðið hjá VÍF skal hava nýggjan venjara. VÍF hevur gjørt tvey ára sáttmála við danan, Michal Piotrowski.

Mynd: Thomas Tvilling

Mynd: Thomas Tvilling

2025-02-25 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VÍF: Pio, sum hann vanliga verður nevndur, hevur verið høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum hjá danska felagnum HØJ í mong ár. HØJ er væl fremst í donsku 1. deild og liggur til at rykkja upp í bestu deildina til næsta kappingarár.
Tá ið VÍF hoyrdi, at samstarvið millum venjaran og HØJ ikki heldur fram næsta kappingarár, varð gjørt skjótt av.
- Pio er ein sera góður og royndur venjari, sum ígjøgnum nøkur ár hevur ført HØJ frá nærum ongum til nú at rykkja upp í bestu deildina. Vit kunnu brúka hansara dygdir til okkara kvinnulið og yngri árgangir, sum eru undir stórari menning, sigur Ingi Olsen.
Umframt, at Pio skal venja kvinnuliðið hjá VÍF, skal hann eisini vera venjari hjá U18, U16 og U14 á gentusíðuni.
- Eg eri sera spentur til hesa øðrvísi avbjóðing. Í VÍF eru spennandi leikarar og nógvir ungir úrmælingar á veg, og eg gleði meg at vera við til at føra hondbóltin í Vestmanna enn longur fram á leið, sigur Michal Piotrowski.
Pio byrjar í starvinum 1. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder