Øll fólk hava tørv á at hoyra til. At føla, at tað er brúk fyri einum. Grundleggjandi tørvir, sum fólk ofta fáa á einum arbeiðsplássi, samstundis sum arbeiðsplássi eisini fær nógv aftur.
Tí er tað óskiljandi, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, velur at skerja skipanina um tillagað størv. Tað vísa Jørgen Niclasen, Árni Skaale, Jóhan Dahl og Jaspur Langgaard, sum umboða meirilutan í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum, á.
Óvirðiligt móti teimum við skerdum førleika
Skerjingin hevur við sær, at tann, ið lýkur aldurstreytina til framskundaða pensjón, ikki kunnu fáa játtað tillagað starv, men
verður sendur heim til hús.
Eisini verður treytin broytt soleiðis, at bara tey, ið hava skert arbeiðsføri í minsta lagi eina helvt, fáa játtað lønarískoyti.
Hini, sum hava minni enn helvtina av arbeiðsførinum skert, detta niðurímillum.
- Ein av grundgevingunum fyri uppskotinum er, at hetta fer at spara landskassanum 2 milliónir, tí nøkur fólk ikki sleppa inn í skipanina. Samstundis verður sagt, at tey, sum ikki koma inn í hesa skipanina, verða loftaði í øðrum almennum skipanum, t.d. fyritíðarpensjón ella í framskundaðari fólkapensjón. Tað verður ikki sagt, hvat hetta fer at kosta landskassanum. Í onkrum av hoyringarskrivunum verður sagt, at hetta allarhelst fer at gerast dýrari enn í verandi støðu. Sostatt sær fíggjarliga grundgevingin út til at vera sera ivasom.
Hini, sum hava minni enn helvtina av arbeiðsførinum skert, detta niðurímillum.
Nærum allir hoyringapartar eru ímóti
Jørgen Niclasen, Árni Skaale, Jaspur Langgaard og Jóhan Dahl umboða meirilutan í trivnaðarnevndini, har hetta uppskotið er blivið viðgjørt. Teir mæla staðiliga frá at samtykkja uppskotið.
- Fólk, sum kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, eru eisini við til at økja um framleidnið í samfelagnum og harvið til samlaða virðið av okkara búskapi. At nokta nøkrum at luttaka í hesari virðisskapanini er tí óskynsamt. Við hesum uppskoti verða færri á arbeiðsmarknaðinum. Eingin kanning liggur við, hvussu stórur samfelagsligi missurin verður, vísa Jørgen Niclasen og Árni Skaale á.
Teir báðir eru ikki einsamallir at mótmæla uppskotinum hjá Sirið Stenberg. Tað gera nærum allir hinir hoyringspartarnar eisini, s.s. Starvsfelagið, Samtak, Giktafelagið og MEGD.
Hetta er ikki ein sparing. Hvørki so ella so. Harafturat snýr hetta eisini seg um menniskjaligt haldføri.
Jørgen Niclasen og Árni Skaale
Tingmenn fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald