Politikkur

Víðka og styrkja samstarvið við Grønland

Tað tænir bæði Føroyum og Grønlandi at víðka og styrkja samstarvið landanna millum.

2022-04-02 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Muté B. Egede, landsstýrisformanninum, á tíðindafundi fyrradagin.

Tað er semja um at útbyggja samstarvið á fýra ítøkiligum økjum.

  1. Møguleikin fyri at útbyggja fiskiveiðusáttmálan millum londini verður kannaður.
  2. Samstarvið innan ferðavinna verður ment.
  3. Stig verða tikin til at styrkja samstarvið á útbúgvingarøkinum innan sjóvinnu.
  4. Grønland vil hyggja nærri at vitanini og royndunum innan almennu fyrisitingina í Føroyum við atliti til at gera hana einfaldari.

Hetta hava verið nakrir sera gevandi dagar í Grønlandi. Eg havi fingið eitt breitt innlit í grønlendska samfelagið. Føroyar og Grønland eru grannar, og sum tvær smátjóðir í Arktis hava vit eisini nógvar av somu møguleikunum . Tí eiga vit sjálvsagt at menna okkara samstarva enn meira. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og okkara viðurskifti við Grønland eru góð. Eg eri tí sannførdur um, at Føroyar og Grønland fara at samstarva enn meira í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Eftir ætlan kemur Muté B. Egede, landsstýrisformaður, til Føroya á almenna vitjan í summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder