Stig eru nú av álvara tikin at basa longu bíðulistunum í barna- og ungdómspsykiatriini, tí orkan at útgreina ung, ið hava sálarligar avbjóðingar, verður nærum tvífaldað, tá játtanin til økið í ár fer at virka við fullari megi.
Vit fara úr trimum málum upp í 5,5 mál í meðal um vikuna
Samanlagt verður útgreiningarorkan í barna- og ungdómspsykiatriini sostatt økt úr trimum málum um vikuna upp í 5,5 mál í meðal um vikuna. Tað merkir eitt nú, at størri ferð eisini kemur á útgreiningarnar fyri ADHD.
Tvær milliónir krónur eru játtaðar á fíggjarlógini fyri í ár til raðfestingar av barna- og ungdómspsykiatriini og bráfeingis sálarfrøðihjálp. Meginparturin av pengunum verður brúktur til at økja útgreiningarorkuna í barna- og ungdómspsykiatriini.
Higartil hava útgreiningarnar verið skipaðar í trimum toymum – einum barnatoymi, einum ungtoymi og einum dagdeildartoymi.
Afturat hesum trimum toymunum verður nú eitt sonevnt subakut toymi eisini skipað at taka sær av teimum meira viðbreknu og krevjandi útgreiningunum.
Í sínum tilmæli til rafestingarnar vísti barna- og ungdómspsykiatriin nevniliga á, at støðan hjá børnum og ungum, sum verða ávíst haðar, er munandi broytt seinastu tíðina. Tað eru alsamt fleiri børn og ung, ið dragast við svárar sálarligar trupulleikar, hava álvarsamt tunglyndi, eru sjálvmorðshótt, skaða seg sjálv, hava psykotisk sjúkutekin ella á annan hátt eru rakt av sálarligari pínu.
Nýggja subakutta toymið, sum verður mannað við sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi og læknaskrivara, skal serliga taka sær av hesum truplu útgreiningarmálunum.
Tað verður mett, at subakutta toymið í meðal fer at kunna taka sær av hálvum øðrum útgreiningarmáli um vikuna. Og av tí, at hetta toymið fer at taka sær av teimum truplastu málunum, verður mett, at hini trý toymini nú fara at klára í meðal fýra útgreiningarmál um vikuna ímóti trimum higartil.
Á Psykiatriska deplinum leggja tey tó dent á, at neyðugt er við einum tvørgeiraligum átaki, um økið sum heild skal lyftast. Tað merkir, at eisini onnur øki mugu gera raðfestingar, ið tryggja, at børn og ung, sum koma ígjøgnum barna- og ungdómspsykiatriina, verða loftað, eitt nú við at stovnar eru til reiðar at taka ímóti teimum.
Tær tvær milliónir krónurnar, sum eru játtaðar til raðfestingar á psykiatriska økinum í ár, røkka ikki til bæði at økja útgreiningarorkuna so nógv, sum talan er um, og samstundis betra atgongdina til bráfeingis sálarliga hjálp munandi. Í ár verða tó onkustaðni ímillum 100.000 og 500.000 krónur brúktar at førleikamenna starvsfólk á Psykiastriska deplinum til hetta endamálið, og síðan vænta tey, at tað fer at kosta okkurt um 100.000 krónur um árið at halda førleikarnar við líka. Talan verður í fyrsta lagi um at brynja starvsfólk á Psykiastriska deplinum at kunna stuðla undir 1870-læknavaktina.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er fegin um, at so nógv fæst burtur úr teimum tveimum milliónum krónunum, sum blivu játtaðar til raðfestingarnar í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald