Ítróttur

Við Tjarnir letur upp

Nú stundar til stóra dagin. Hvør man hava glett seg mest? Børn ella vaksin? Havnarfólk ella bygdarfólk? Ítróttafólk ella tónleikarar? Svarið er helst ‘øll sum ein’.

2025-02-10 07:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuni fara tær stóru maskinurnar stillisliga trillandi av staðnum, og arbeiðsfólkini tveita handskar og hjálmar frá sær. 

Tá er bert eftir at handa leiðsluni við Tjarnir lykilin til stórhøllina.

Í hesum sambandi verður stórt upplatingartiltak leygardagin 15. februar kl. 11, har ið øll eru boðin til opið hús. 

- Hesin dagurin verður ein lítil brellbiti av tí, sum vit koma at uppliva her í framtíðini, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.

Á gólvinum verður nógv at síggja: Ítróttafólk úr ítróttagreinum so sum hondbólti, fimleiki, kurvabólti, frælsum ítrótti, inniróðri, jiu-jitsu, flogbólti, darti, fótbólti og badminton fara at royna nýggja gólvið og vísa kynstur. Vitjandi sleppa eisini at royna seg – kravið er tó sjálvandi, at mann hevur innanduraskógvar við. 

Tendrað verður eisini fyri stóra skíggjanum undir loftinum, so hvør veit, um tú, ella onkur tú kennir, knappliga verður at síggja á skíggjanum. 

Sølubúðirnar bjóða pylsur, sodavatn og annað, og í matsøluni ‘í Føgrulíð’ kunnu vitjandi njóta ein kaffimunn og eitt kakustykki. 

- Vit hava glett okkum leingi, so nú fegnast vit um at kunngera hesi góðu tíðindini til alt Føroya fólk – og vit vóna sjálvandi at síggja nógv smíl og forvitin andlit, sigur Regin at enda.

Upplatingartiltakið verður leygardagin 15. februar frá kl. 11 til 17. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder