Politikkur

VETRARFRIÐING, NÚ!

Vetrarfriðing hevur verið á valskrá tey seinastu nógvu kommunuvalini. Enn er tað bara Vatnsoyrar, ið er vetrarfriðað og tað fari eg at gera okkurt við.

2024-11-10 09:58 Author image
-
placeholder

Hóast mær dámar betri seyð enn tulipanir, so verður mann noyddur at hugsa um heildina, borgararnar. Eg leggi ikki petti í, um tað gongur seyður í havanum hjá mær, men eg dugi somuleiðis væl at seta meg í støðuna hjá teimum, ið vilja hava tað snøgt rundan um húsini hjá sær. Tí haldi eg, at vit skulu vetrarfriða.

Tað hava verið uppskot um, hvussu tað skal vetrarfriðast og hvussu tað skal gerast. Tann dýrara loysnin er at vetrarfriða allan bøin sum hann er, og tann minni dýra loysnin er at vetrarfriða millum hús og bø. Vit skulu avgjørt velja ta seinnu loysnina. Hon er nógv bíligari, og sambært Facebook-uppslagi hjá einum borgara og greinum, ið eg havi lisið, so liggur kostnaðurin um 5 milliónir krónur. Við at seta hegn upp millum hús og bø, so er tað ikki serliga nógv, ið seyðurin missir, í mun til, um bøurin eisini bleiv vetrarfriðaður. Eg meti hetta vera ein góða loysn, bæði fyri borgarar og seyð.

Somuleiðis meti eg, at tað verður tryggari at koyra bil gjøgnum Miðvág og Sandavág, tí á vetrardegi, tá ið nógvur seyður kemur oman, er tað ikki heilt vandaleys at koyra um Nesið. Ofta rennur seyður tvørturum vegin niðanfyri hjá bóndanum, og er tað torført at síggja seyðin áðrenn, um hann rennur millum opið við autoverjuna niðanfyri høvuðsvegin. Tað hava sikkurt fleiri við mær upplivað.

Hetta skapar bæði trivnað fyri borgaran og ferðslutrygd í mun til seyð. Hóast eg havi sera stóran áhugað fyri seyði, so ynski eg vetrarfriðing millum hús og havar.

Eg fari at gera alt eg eri mentur, fyri at vetrarfriðingin gerst veruleiki hetta valskeiðið. Velur tú meg, so skal eg vísa tær álit.


X við Jógvan Sigurd Eldevig Hattarstein

X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder