Vinna

Verkfallið sæst aftur í virkseminum seinna hálvár

Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna, sum verður send á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld klokkan 21. Umframt eina støðulýsing av føroysku vinnuni í 2024 og útlitini fyri 2025, fara Jórun og verturin Johnny í Grótinum at umrøða áhaldandi fráflytingina av ungum føroyingum. Ein samfelagslig avbjóðing, sum dokumentarurin “Kanst tú siga farvæl?” hjá Kringvarpinum av álvara hevur sett á breddan.

2024-12-18 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

[object Object]

Virksemið í framleiðsluvinnuni lækkað eftir verkfallið

Í hesi vikuni almannakunngjørdi Hagstovan nýggj hagtøl fyri gongdina í talinum av størvum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hagtølini kunnu nýtast sum mát fyri, hvussu tað gongur við virkseminum í ymsu pørtunum av búskapinum.

Tá partarnir á privata arbeiðsmarknaðunum samráddust í vár, endaði tað sum kunnugt við drúgvum verkfallið. Arbeiðsgevarafelagið ávaraði tá ímóti, at um lønarhækkingin gjørdist ov stór, kundi avleiðingin gerast, at lønsemi í framleiðsluvinnuni fór at versna og virksemi minni. Íroknað eitt lønarlyft gjørdist lønarhækkingin til tey ófaklærdu áleið 13 prosent yvir tvey ár.

Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovuni fyri november, er talið av størvum í framleiðsluvinnuni 5% lægri enn fyri 1 ári síðani. Spurningurin er tí, um hetta kann hugsast at vera ein avleiðing av lønarhækkingini? Tann spurningin fer Jórun Gardar millum annað at svara í sendingini í kvøld.

Síðani koronafarsóttina hava vit sæð ein minkandi vøkstur í talinum av størvum. Síðstu 12 mánaðirnar eru størvini í privata geiranum fækkaði, meðan talið av størvum í almenna geiranum heldur á at veksa. Almennu størvini eru 440 fleiri í november í ár enn somu tíð í fjør, meðan tað starvast sløk 300 færri í privata geiranum í november í ár í mun til í fjør. Samlaði vøksturin á 1% í talinum av størvum síðsta árið stavar altso bara frá almenna geiranum, har vøksturin var 3,5%.

Vinnan má kýta seg meira fyri tey ungu

Dokumentarurin hjá Kringvarpinum “Kanst tú siga farvæl?” vísti á hagtølini hjá Hagstovuni, sum vísa, at Føroyar missa 20% av hvørjum ungdómsárgangi. Hetta er tí 40% av teim ungu fara av landinum at lesa, og bara helmingurin av hesum koma aftur til oyggjarnar.

Í sendingini vísti Tróndur Møller Sandoy, adjunktur á Setrinum, á, at hendan avbjóðingin kann býtast í tvey: Avgerðin um at fara av landinum at lesa, og avgerðin um at venda heimaftur til Føroya at búleikast. Við støði í hesum uppbýtinum viðgera Jórun Gardar og Johnny í Grótinum í sendingini í kvøld, hvussu føroyska vinnan kann vera við at lyfta uppgávuna við at loysa avbjóðingina. Sambært Jórun má vinnan kýta seg enn meira fyri at knýta tey ungu lesandi uttanlands til føroysku arbeiðsgevararnar.

Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum í kvøld, mikukvøldið klokkan 21. Sendingin verður endursend sunnukvøldið og verður tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum í komandi viku, har hinar 32 sendingarnar eisini eru tøkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder