Politikkur

Verkætlan um eldradepil og íbúðarbygging 65+

Í gjárskvøldiðlegði Felagslistin - listi T saman við MTV Byggivirki fram verkætlan um eldradepil og íbúðarbygging 65+ á Ryggi í Trongisvági. Talan er um verkætlan í tveimum byggistigum.

2024-11-06 07:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Byggistig 1:
Hetta byggistigið inniheldur íbúðir úr 35m2 til einstakar borgarar upp í 64 m2 til tveir borgarar. Íbúðirnar verða bygdar við øllum vanligum hentleikum, og verða eisini gjørdar til fólk við rørslutarni og eldri sum heild. Nýmótans fráboðanarskipanir verða knýttar at íbúðunum, so at boðað verður frá, um okkurt óvanligt er.
Felagshús verður knýtt at íbúðunum, ið er hugsað sum samlingsstað fyri borgarar í íbúðunum og eisini eldri borgarar uttanifrá til ymisk tiltøk og viðgerðir so sum fysioterapi, eldrafimleik o.tíl.
Byggistig 2:
Byggistig 2 fevnir um eitt røktarheim til 15 røktarkrevjandi borgarar, ið verður partur av eldradeplinum,og kemur m.a.at innihalda 15 kømur, umframt neyðugar almennar funktiónir. Miðan av bygninginum verður yvirdekkað felagsøki við grønum økjum og uppihaldsøkjum.
Verkætlanin er hóttað soleiðis, at møguligt er at byggja út, um tørvur verður á tí. Íbúðirnar, felagshúsið og røktarheimið eru staðsett um eina depilsmiðju, og kann depilin útbyggjast til tað tvífalda ella meira.
Vit takka fyri sera góðu uppmøtingina til framløguna.

Felagslistin á Tvøroyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder