Annað

Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna

Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran.

2024-07-11 07:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FNU: Í minsta lagi 6 sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni - framvið vegum, áarbakkum, í bønum - ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru vakrar upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta, sum merkir, at øll hini plantusløgini mugu víkja undan henni.

Innræsin plantusløg eru plantur, sum eru meira kappingarførar enn onnur plantusløg. Av tí sama eru tær kappingarneytar við okkara uppruna plantufjølbroytni og eru við til at skumpa onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.

Saman ímóti garðaskøruni
Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti um allar Føroyar, og vit síggja, at vernd av lívmargfeldinum ikki verður raðfest av øllum kommunum kring landið.

FNU byrjar tí nú skørudagar, har vit eggja øllum at fara út í náttúruna at týna garðaskøruna. Hevur tú sæð garðaskøruna breiða seg uttanfyri hjá tær ella í nærumhvørvinum? Samlið grannar, familju ella vinir og farið í hernað móti garðaskøruni!

Næsti skørudagur verður sunnudagin 14. juli. Sí tiltakið á Facebook HER.

Vegleiðing til týning og burturbeinan av garðaskøru
Um tú ivast, hvussu tú skalt gera, so hava vit gjørt eina vegleiðing, hvussu tú týnir og burturbeinir skøru her: www.fnu.fo/skøra 

KAPPING
Øll, sum luttaka og tagga FNU í stríðnum móti garðaskøruni, eru við í lutakastinum um 3 gávueskjur, sum eru samansettar av lekkrum føroyskum vørum frá m.a. Spírar og sporar, Bjarnastovu og Gómagott.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder