Politikkur

Verður samgonguslit í dag?

Tað er stórur spenningur hvat fer at henda í løgtinginum í dag.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2026-02-25 08:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrst á skránni er “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggávu á almannaøkinum)”, tað málið verður helst einmælt samtykt.

Síðani koma tvey stórmál hjá samgonguni.

Tá ið málini vóru fyri mánadagin, so kom pensjónsmálið fyri fyrst, og eftir tað kom málið um Suðuroyartunnilin.

Men løgtingsforkvinna, Bjørt Samuelsen, hevur valt at broyta raðfylgjuna. So í dag kemur uppskotið um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum fyri fyrst. Við hjálp frá andstøðuni verður tað málið samtykt. Fleiri samgongufólk stemmaðu ímóti ella blankt til 2. viðgerð. Spenningurin er so um tey í Framsókn stemma fyri ella ímóti á fundinum. Stemma tvey hjá Framsókn aftur ímóti í dag, so er spurningurin hvat Ruth Vang og Aksel V. Johannesen gera aftaná tað.

Útskrivar løgmaður val tá?

Ella letur hann málið um hækkan av pensjónsmálinum eisini fara fyri, og sigur síni fólk kunnu stemma eftir sínari egnu meting?

Um pensjónsmálið fellur, slítur so Ruth Vang samgonguna?

Talan er um ein lagnudag í løgtinginum í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder