
Tíðindaskriv
Verð sjálvboðin á summarleguni hjá Reyða Krossi- gev børnunum nakrar dagar við tryggleika, spæli og góðum upplivingum.
Vit endurtaka væleydnaðu Summarleguna, sum á fyrsta sinni var í B68 húsinum á sumri 2024.
Frá 29. juni til 4 juli 2025 (sjálvboðin møta 28. juni til 5. juli) skipar Reyði Krossur fyri summarlegu í deplinum í Skálavík fyri børn 9-12 ár. Talan er um børn, sum av sosialum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum ikki trívast so væl í gerandisdegnum.
Fyri nógv av hesum børnum er legan eitt hæddarpunkt á árinum - eitt frírúm, har tey kunnu spæla, knýta vinabond og kenna seg trygg. Vit svimja, spæla fótbólt, gera kreativar verkætlanir og hava nógv annað stuttligt á skrá. Og tú kanst vera við at gera mun!
Vit leita eftir sjálvbodnum!
Vit sóknast eftir ábyrgdarfullum og hjartagóðum vaksnum yvir 18 ár, sum vilja vera ein góð fyrimynd og ein tryggur vaksin fyri børnini. Tað er ikki eitt krav, at tú ert námsfrøðingur, ella hevur drúgvar royndir frammanundan - tað týdningarmesta er, at tú hevur hjarta fyri børnum og vilt vera partur av einum sterkum felagskapi.
So ert tú omma, abbi, mamma, pápi, genta ella drongur - vit hava brúk fyri fólki í øllum aldri, bæði kvinnum og monnum.
Tú fært sum sjálvboðin:
∙ Eina gevandi og minnisríka víku
∙ Mat og gisting í vøkrum umhvørvi
∙ Felagsskap og samstarv við onnur sjálvboðin
∙ Nýggja vitan og royndir, tú kanst brúka víðari í lívinum
Hevur tú hug at vera við?
Les meira á heimasíðuni, redcross.fo/summarlegan, har tú eisini kann tekna teg sum sjálvboðin. Freistin at tekna teg sum sjálvboðin er 25. mai 2025. Øll sum søkja, fáa svar innan 2 vikur frá tí degi tú søkir.
Nærri kunning um tilmelding av børnum verður kunngjørd seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald